Samansparingarkonta
Við einari samansparing kanst tú fáa peningin at vaksa og harvið skjótari røkka tínum málum. Annaðhvørt tú spara saman til bústaðin, ferðir, veitslur ella okkurt annað, ið tú ynskir tær. Ein samansparing tryggjar teg í tí dagliga, og er týdningarmikil fyri eina sunna fíggjarstøðu.

Stutt og greitt um samansparingarkontuna
- Kontan hevur skiftandi rentu
- Tú avgert, hvussu nógv tú ynskir at spara saman – tað er eingin avmarking á upphæddini
- Tú kanst velja at hava fleiri samansparingar, t.d. eina til bústaðin og eina til ferðir.
- Tú kanst velja at hava kontuna bundna í 3 mánaðir ella 12 mánaðir
- Øll kunnu stovna sær eina samansparing