Íløgur 

Tað gongur framá búskaparliga 

Nýggjastu tølini benda á, at tað gongur framá búskaparliga, og at tað gongur betur, enn tey flestu kanska høvdu óttast. Til dømis smásølan, sum lækkaði sera nógv í vár. Nú hevur hon vunnið tað mista innaftur – og meir aftrat. Hetta er støðan bæði í Evropa og USA. Tað er tó stórur munur millum vinnugreinirnar. Handil á netinum hevur av álvara vunnið frama, meðan tað gongur verri hjá fysiskum handlum. Tað er serliga tungt hjá ferðavinnuni og matstovuvinnuni, meðan til dømis timburhandlar og lágprísmatvøruhandlar kunnu vísa á stóran vøkstur.

Hóast búskapurin batnar skjótt, er enn kreppa. Arbeiðsloysið er enn stórt, hóast tað minkar. Stóri spurningurin er nú, um hugurin at taka váða á marknaðunum megnar at halda partabrøvunum uppi, til búskapartølini vísa greið tekin um, at kreppan er av.