Broyting í eftirlønarlóg rakar ung

1. januar 2019 kemur nýggj lóg um eftirlønarsamansparing í gildi, ið eisini fevnir um ung millum 14 og 21 ár. Hetta merkir, at eftir 1. januar er tað lógarkrav, at øll, ið fáa løn, eisini skulu hava eina pensjónskontu.

Spar saman til tína pensjón í BankNordik

Í BankNordik kunnu vit veita neyðugu ráðgevningina og pensjónskontuna, soleiðis at tíni viðurskifti eru í lagi, tá ið nýggja lógin í næstum kemur í gildi. Tað er skjótt og lætt at stovna eina pensónskontu:

  1. Tú setir teg í samband við okkum á 330 330
  2. Vit stovna tær eina pensjónskontu
  3. Tú boðar tínum arbeiðsgevara frá kontunummarinum á pensjónskontuni, áðrenn fyrsta lønin í 2019 verður útgoldin.
    So einfalt er tað, og soleiðis tryggjar tú, at lønin kann verða flutt uttan trupulleikar, eftir 1. januar 2019.

Boða arbeiðsgevaranum frá nýggju kontuni

Fyri at arbeiðsgevarin skal kunna rinda pensjón inn á nýggju pensjónskontuna, er tað umráðandi, at arbeiðsgevarin fær kontunummarið á nýggju pensjónskontuni, áðrenn fyrstu lønarflytingina í januar 2019. Um talan er um fleiri arbeiðsgevarar, skulu allir arbeiðsgevarar hava boð um nýggju kontuna.

Fylg við í Netbankanum

Tá ið kontan er stovnað, sæst hon í Netbankanum, har tað er lætt er at fylgja við, hvussu nógv tú hevur spart saman.

Fleiri upplýsingar

Hevur tú spurningar í hesum sambandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv