BankNordik stuðlar flaggsiglingini úr Føroyum til Danmarkar

BankNordik er høvuðsstuðul, tá ið sjey føroysk træseglskip í næstum fara at sigla úr Føroyum til Danmarkar fyri at heiðra Merkið, sum í ár hevur 100 ár á baki. Í sambandi við flaggsiglingina bjóðar BankNordik føroyskum útisetum til áhugaverd tiltøk í Odense, Aarhus og Keypmannahavn.

Tann 2. juni í ár eru tað 100 ár síðani, at Merkið fyri fyrstu ferð alment varð sýnt fram í Nordmandsdalen norðan fyri Keypmannahavn. Í hesum sambandi hevur Felagið Føroysk Træseglskip tikið stig til Flaggsiglingina 2019. Tann 16. mai fara sjey føroysk træseglskip sostatt av Havnini, og eftir ætlan verður flotin í Odense 134 tímar seinni – tann 23. mai.

“Umframt at heiðra Merkið er endamálið við flaggsiglingini eisini at varpa ljós á føroyska søgu og mentan. Træseglskipini umboða eitt slóðbrótandi tíðarskeið í føroyskum vinnulívi, sum hevur havt avgerandi týdning fyri dagsins føroyska samfelag,” sigur Jens Marius Poulsen vegna Felagið Føroysk Træseglskip, sum fegnast um, at BankNordik hevur sýnt vælvild og áhuga fyri at stuðla átakinum.

BankNordik bjóðar útisetum til forkunnnug tiltøk
BankNordik, sum umframt virksemið í Føroyum eisini hevur bankadeildir í Danmark og Grønlandi, sær flaggsiglingina sum eitt gott høvi at bjóða føroyskum útisetum og donskum viðskiftafólkum eina forkunnuga føroyska uppliving.

“Merkið er savnandi fyri allar føroyingar; bæði úti og heima. Tí eru vit fegin um at stuðla flaggsiglingini og teimum tiltøkum, ið varpa ljós á søguna hjá flagginum og føroyingum. Hetta er samstundis eitt gott høvi hjá okkum at bjóða føroyskum útisetum og okkara donsku viðskiftafólkum eina serstaka, føroyska mentanaruppliving umborð á seglskipunum. Vit fara tí at skipa fyri tiltøkum í Odense, Aarhus og Keypmannahavn - har vit eisini hava bankadeildir - og tá eru allir útisetar vælkomnir, ” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Talan er um trý tiltøk, har tey vitjandi m.a. sleppa undir dekk at síggja, hvussu manningarnar fyrr livdu og arbeiddu umborð. Eisini verður lætt ábit, drekka og tónleikur á skránni. 

  • Í Odense 23. mai

  • Í Aarhus 27. mai

  • Í Keypmannahavn 4. juni

Tiltøkini eru ókeypis, øll eru vælkomin, og tað er ikki neyðugt at tekna seg frammanundan. Skráirnar fyri tiltøkini verða lýstar í næstum.

Um Flaggsiglingina 2019

  • Skipini í flotanum: Westward Ho, Johanna, Norðlýsið, Thorshavn, Dragin, Norðan og Heimdal.

  • Skipsmanningarnar: til samans 82 fólk

  • Leiðin: Flotin kemur til Odense 23. mai, og síðani verður siglt til Aarhus, Helsingør og Keypmannahavn. Skipini verða eftir ætlan aftur í Føroyum tann 16. juni.

  • Flaggregatta: Flaggsiglingin 2019 endar við Flaggregatta, har flotin fyrst vitjar á Toftum 21. juni og á Tvøroyri 22. juni.

  • Hátíðarhald í Fámjin: Tann 22. juni eru 100 ár síðani, at Merkið fyrstu ferð veittraði í Føroyum. Hetta var í Fámjin, og tí verður hátíðarhald í bygdini sunnudagin 23. juni, har bispur fer at halda eina serliga flaggguðstænastu.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv