Nú hevur tú møguleika at gjalda við Google Pay, Fitbit Pay og Garmin Pay

Nú er møguligt hjá øllum, sum hava eina Android telefon ella eitt ur av slagnum Garmin ella Fitbit at nýta Visa/Dankort og Mastercard frá BankNordik í Google Pay, Garmin Pay og Fitbit Pay.

Lat mappuna liggja heima

Tað er lætt, einfalt og trygt at gjalda talgilt - tað krevur bert at tú hevur tína telefon ella ur við tína lið. Tú kanst gjalda í øllum handlum, sum hava nándgjald - og við Google Pay kanst tú eisini gjalda á nethandlum og appum við tínari Android telefon ella teldli.

Soleiðis kemur tú í gongd

Á síðunum omanfyri kanst tú lesa meira um, hvussu tú fert í gongd við at nýta nýggju og talgildu gjaldshættirnir. Her fært tú eisini svar uppá ofta spurdir spurningar og annað.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, og vit hjálpa tær.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv