Roknskapur

Vøkstur í realkredittlánum hjá BankNordik

BankNordik hevur í dag kunngjørt roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing, sum var merktur av øktum virksemi, vøkstri í realkredittfígging og einum framhaldandi lágum rentustøði. Úrslitið fyri skatt gjørdist 65 mió. kr., og útlitini fyri restina av árinum eru góð.

Føroyskar fyritøkur og privat húsarhald eru sum heild væl fyri fíggjarliga. Viðskifta-fólkini halda í stóran mun sínar lánsskyldur, og tí ger bankin ikki nógvar niðurskrivingar. Hóast lága rentustøðið avmarkar inntøkurnar hjá bankanum, er hetta samstundis ein fyrimunur fyri viðskiftafólk bankans, sum hava lán. Í hesum sambandi hevur BankNordik lagt stóran dent á at upplýsa um møguleikan at taka real-kredittlán við fastari rentu.

”Vit vilja fyribyrgja, at ein møgulig rentuhækking fær stóra ávirkan á fíggjarligu støðuna hjá viðskiftafólkum, ið hava bústaðarlán við skiftandi rentu. Tí mæla vit fólki til at endurskoða lánsviðurskiftini, meðan rentan framvegis er lág. Nógv viðskiftafólk hava vent sær til okkara í hesum sambandi, og vit kunnu staðfesta, at alsamt fleiri velja realkredittlán við fastari rentu,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Í mars fór BankNordik undir at veita viðskiftafólkum lán til elbil við serliga lagaligari rentu. Umframt nýggja fíggingarmøguleikan hevur bankin gjørt av at keypa og seta upp løðingarstøðir við allar deildir bankans kring landið, har viðskiftafólk ókeypis kunnu løða bilin. ”Vit vita, at alsamt fleiri føroyingar keypa sær elbil, og tí vilja vit styðja uppundir jaligu gongdina við at gera tað lagaligari hjá okkara viðskiftafólkum at velja umhvørvisvinarligu loysnina. Síðani nýggja lánið kom á marknaðin, hava vit fingið nógvar fyrispurningar frá viðskiftafólkum, sum eru fegin um nýggja fíggingar-møguleikan,” sigur Árni Ellefsen.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt gjørdist 65 mió. kr. samanborið við 148 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018. Í 2018 var 1. ársfjórðingur merktur av 76 mió. kr. í sta-kinntøkum fyri søluna av høvuðssætinum.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 38 mió. kr. samanborið við 47 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.
  • Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 19 mió. kr. samanborið við 31 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.
  • Rakstrarúrslitið gørdist 57 mió. kr. samanborið við 77 mió. kr. sama tíðar-skeið í 2018.
  • Útlán hækkaðu úr 9,6 mia. kr. í 1. ársfjórðingi 2018 til 10,0 mia. kr.
  • Innlán hækkaðu úr 13,1 mia. kr. í sama tíðarskeiði í 2018 til 14,0 mia. kr.
  • Solvensurin hækkaði úr 18,9% í sama tíðarskeiði í 2018 til 19,2%.
  • Bankin væntar, at úrslitið fyri 2019 áðrenn niðurskrivingar, virðisjavna og skatt verður 160-200 mió. kr. (1. ársfjórðingur 2019: 38 mió. kr.). Nettoúrsli-tið verður væntandi í hægra endanum av spenninum upp á 100-150 mió. kr., sum áður er kunngjørt (1. ársfjórðingur 2019: 52 mio. kr.).

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv