
Alment tiltak
Ein burðardygg framtíð fyri føroyska búskapin
Bakkafrost, BankNordik og Búskaparráðið
Hósdagin 3. mars kl. 16.30 seta vit sjóneykuna á føroyska búskapin, tá ið Bakkafrost, BankNordik og Búskaparráðið fara at greiða frá gongdini í farna ári og meta um framtíðar útlitini.
Fyrst fer Fróði Magnussen at gera eina støðumeting av føroyska búskapinum og leggja fram tilmælini hjá Búskaparráðnum. Nomið verður við burðardygd og føroyskan búskap. Aftaná fer Árni Ellefsen at greiða frá, hvussu bankin kann geva sítt íkast til at stuðla undir grøna orkuskiftið, og Regin Jacobsen fer síðani at siga frá arbeiðinum hjá Bakkafrost við at verja umhvørvið og tryggja eina burðardygga framleiðslu.
Tiltakið verður í høvuðssætinum hjá BankNordik.
Skráin fyri tiltakið:
16.30 - 16.35 Vælkomin
16.35 – 17.05 Fróði Magnussen, Búskaparráðið
17.05 - 17.30 Árni Ellefsen, BankNordik
17.30 – 17.50 Steðgur – ábit og tónleikur
17.50 – 18.30 Regin Jacobsen, Bakkafrost
18.30 – 19.00 Tónleikur, prát og kaffi