Webinar

Bústaðarkeyp í Danmark

Nógvir føroyingar keypa sær summarhús ella gera íløgu í eina íbúð, tá ið børnini fara til Danmarkar í lestrarørindum. Tað kann tó tykjast fløkjasligt at fara í holt við at keypa bústað í Danmark, tá ið tú býrt í Føroyum.

Annaðhvørt tú umhugsar at keypa børnunum eina lestraríbúð, ella tú ynskir tær eini summarhús við donsku strondina, er nógv at hugsa um og taka støðu til.

Her á síðuni sært tú webinarið Bústaðarkeyp í Danmark og spurningar og svar frá webinarinum.

 

Webinarið sært tú her

               Spurningar og svar

Hvat er fyrsta stigið ein skal taka, tá bústaður skal keypast í Danmark?

Tað fyrsta ein eigur at gera er at tosa við sín kundaráðgeva um fígging, og at fáa tey skattligu viðurskiftini upp á pláss. Er ætlanin at leiga ognina út, kann tað vera eitt gott hugskot at tosa við ein grannskoðara úr Føroyum fyri at tryggja at skattligu viðurskiftini í Føroyum eisini eru í lagi.
Í Danmark er púra vanligt, at ein advokatur umboðar keyparan og tryggjar at ognin kann leigast út ella brúkast til summarhús.

Tað er umráðandi at hava í huga, at tað kann taka langa tíð at avgreiða eitt bústaðarkeyp í Danmark. Yvirtøkan av bústaðnum kann taka nakrar mánaðir. 

 
Hvussu nógv skal ein hava í eginfígging?

Hugt verður eftir samlaðu fíggjarviðurskiftunum hjá kundanum, hvat slag av ogn talan er um, hvar í landinum ognin er osfr.. Tí er tað umráðandi at tosa við sín ráðgeva um fíggjarviðurskiftini, áðrenn avgerðin verður tikin um at keypa bústað í Danmark.

Hvat er umráðandi at hugsa um tá talan er um foreldrakeyp?

Tað er umráðandi, at ein setir seg inn í fíggjarligu og skattligu viðurskiftini. Leigukostnaðurin eigur at verða ásettur beinanvegin, tá hann er avgerandi fyri, hvussu fíggjarligu viðurskiftini koma at hanga saman. Tað er umráðandi, at ein kontu verður stovnað, sum bara hevur er knýtt at leigumálinum, so skattamyndugleikar finna alla skjalfesting á sama stað. 

 
Er ein leigusáttmáli umráðandi í sambandi við foreldrakeyp?

Tað er umráðandi at gera ein leigusáttmála av fleiri orsøkum. Tann sum leigar, hevur kanska tørv á at søkja um uppihaldsstuðul (boligstøtte), og tá er tað neyðugt at hava ein leigusáttmála. 

Skal barnið búgva saman við sjeiki ella vinfólkum ella øðrum, kann ein leigusáttmáli, sum eisini tekur atlit til framleigu, tryggja at hesi fólkini flyta út aftur úr bústaðnum, um tørvur er á tí. 

Eru viðurskifti sum fólk ofta ikki vita, tá talan er um foreldrakeyp?

Nógv gerast kløkk, tá tey finna útav, hvussu stóran týdning aldurin og standurin á ognini hevur, tá leigukostnaðurin skal ásetast. Eisini kann tað verða dýrt at keypa bústaðin fyri fullan marknaðarprís, um man eisini skal rinda fyri umvæling o.a. seinni. Hetta er vanliga nakað, sum ein ráðgevi eisini hyggur eftir. 

Hvussu við skattinum, tá bústaður skal keypast til børnini?

Um foreldur keypa eina ogn, sum børn leiga frá foreldrunum, verður ein leiga ásett. Tá árið er farið, skal gerast upp, hvussu stórt avlopið frá leiguvirkseminum er. Tað verður gjørt á tann hátt, at kostnaðirnir drignir frá leiguinntøkuni. Kostnaðirnir eru vanliga ljós, hiti, viðlíkahald, felagskostnaðir og lánirentur. Úrslitið er skattskyldugt bæði í Danmark og í Føroyum. Føroyski skatturin verður tó lækkaður við tí danska skattinum. Tó ongantíð við einari hægri upphædd enn tann føroyski skatturin, sum stendst av leiguni.

Foreldrini lunnu geva børnunum eina árliga skattafría uphædd. í 2021 er upphæddin kr. 68.700, men hon skal skal fráboðast skattamyndugleikunum.

Nær og hvar skal skatturin gjaldast, um tað verður keypt ella selt við vinningi fyri eyga?

Um ein bústaður er keyptur við tí fyri eyga at verða seldur aftur við vinningi, so er vinningurin skattskyldugur. Um eigarin ikki hevur búð í ognini, er sera trupult at prógva, at ognin ikki er keypt við tí fyri eyga, at verða seld við vinningi. so í flestu førum, fyri ikki at, verður søluvinningurin skattskyldugur í bæði Danmark og í Føroyum. Men aftur her verður føroyski skatturin laekkaður við tí danska skattinum. Tó ongantíð við eini upphædd, sum er hægri enn tann føroyski skatturin á søluvinninginum er.