Temakvøld um bygging og umbygging 

Annaðhvørt tú skalt byggja hús ella hevur ætlanir um at umvæla bústaðin, so er nógv at taka støðu til. Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú teknar títt dreymaheim, og hvat slag av orkuskipan loysir seg best at velja? Hesir og nógvir aðrir spurningar verða svaraðir á temakvøldinum um bygging og umbygging, har tú fært bæði kunning og íblástur.

Serfrøðingar fara at greiða frá

Dreymarnir eru stórir og møguleikarnir nógvir, tá ið tú skalt byggja nýtt ella umvæla. Á temakvøldinum fara arkitekturin og ein veitari av alternativum orkuskipanum at greiða frá, hvat tú skalt hugsa um, áðrenn tú fert í gongd við at byggja, og hvørjar burðardyggar og varandi loysnir kunnu vera við til at skapa góðan trivnað hjá tær og tínari familju.

Eisini fært tú kunning um ymisku fíggingarmøguleikarnar, sum eru í sambandi við nýbygging og umvæling.

Grønt bústaðarwebinar

Kundi tú hugsað tær at fingið meira at vita um fígging til grønar bústaðarloysnir? Og loysir tað seg yvirhøvur at velja grønt? Hesum greiða Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni og Anni Isaksen, ráðgevi í BankNordik, frá í grøna bústaðarwebinarinum.

Tekna teg til temakvøld í tínum øki

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum. Vit kunna um møguligar broytingar her á síðuni. 

Góð ráð til bústaðarkeypið

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur.

Hvat kostar tað at læna?

Royn okkara bústaðarlánsroknara og fá eina ábending um, hvat eitt bústaðarlán fer at kosta tær.

Grønt bústaðarlán

Lánið er til tín, ið hevur sethús ella íbúð, ið verður hitað við varandi orku.

Orkusparandi ábøtur

Um tú bjálvar húsini og skiftir vindeyguni fært tú eini betri og fjálgari hús, samstundis sum orkunýtslan og hitarokningin minka.