Webinar

Flyta heim?

Hevur tú tikið avgerðina um at flyta heim til Føroya? So hevur tú óivað nógv ivamál um praktisk viðurskifti í sambandi við flytingina og bústaðarmøguleikar í Føroyum. 

Á webinarinum Flyta heim? Tosa Sonja Mannbjørnsdóttir Gásadal, ráðgevi, og Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn, um fígging av bústaði, viðurskifti, sum eru umráðandi at hugsa um, tá tú skalt flyta heim og gongdina á bústaðarmarknaðinum. 

Sjálvt um tað er sera spennandi at flyta heim aftur til Føroya, so eru tað nógv viðurskifti, tú skalt hava greiðu á í sambandi við flytingina. Tí hava vit savnað ymisk góð ráð, ið kunnu hjálpa tær á veg í okkara flytivegleiðing, sum tú finnur her.

 

Webinarið sært tú her

               Spurningar og svar

Kann tað ikki gerast dýrt at flyta heim?

Tað kann gerast dýrt at flyta heim. Tí er tað umráðandi at seta seg inn í praktisku viðurskiftini, áðrenn tú flytir. Tað kann vera eitt gott hugskot at hyggja eftir flytivegleiðingini her, sum hevur góð ráð um hvussu tú fært flytigóðsið og bilin heim við, hvørjar tryggingar tú eigur at hava o.s.fr.

 
Eru góðir bústaðarmøguleikar í Føroyum?

Tað kann vera eitt gott hugskot, at tú gert tær nakrar tankar, um hvat tú ætlar tær í góðari tíð. Veitst tú, hvar tú ætlar tær at búgva og arbeiða framyvir, kann tað vera eitt gott hugskot at gera íløgu í eini hús beinanvegin. Hjá onkrum er tað eitt gott hugskot at keypa eina íbúð, tá hetta er ein bíligari íløga ella ein fyribils loysn. Ein kann eisini finna sær okkurt til leigu, meðan samlað verður upp til at keypa bústað. Tørvurin er ymiskur og hongur saman við, hvat ein vil, og hvat ein heldur er besta loysnin fyri seg. 

 
Hvussu nógv skal eg hava í eginfígging, áðrenn eg kann fáa lán?

Hugt verður eftir samlaðu fíggjarviðurskiftunum hjá tær, hvat slag av ogn talan er um, hvar í landinum ognin er o.s.fr.. Tí er tað umráðandi at tosa við sín ráðgeva um fíggjarviðurskiftini, áðrenn avgerðin verður tikin um at keypa bústað.

Hvussu tryggi eg mær, at húsini, sum eg keypi eru í góðum standi?

Húsaskoðanin gevur tær gott innlit í, hvussu standurin er á ognini, sum tú hyggur eftir. Hygg tí altíð væl eftir tilfarinum, sum tú fært um ognina. Tað kann vera eitt gott hugskot at fáa ein byggikønan at lesa tilfarið ígjøgnum, sum kann útgreina viðmerkingar í húsaskoðanini. Tað er eisini eitt gott hugskot, at ein byggikønur hyggur eftir ognini saman við tær. Húsaskoðanin flytir ein stóran part av ábyrgdini yvir á tann sum keypir. Tí er tað umráðandi, at hon verður lisin gjølla. T.d. skulu skaðaeyðkenni, sum eita Kanna nærri og S3 takast í álvara.

 

Hvussu geri eg, um eg ætli mær at brúka flytitilboðið?

Ætlar tú at brúka flytitilboðið, skalt tú senda ein teldupost til smg@banknordik.fo, har tú uppýsir, hvar flytigóðsið skal heintast í Danmark, og hvar flytigóðsið skal útvegast í Føroyum. Upplýs eisini títt telefonnummar, og dato fyri, nær tit ynskja flytigóðsið heintað í Danmark. Síðani seta vit okkum í samband við Smyril Line, sum so setir seg í samband við teg um praktisku viðurskiftini. 


Góð ráð til tey, sum flyta heim

Hygg eftir flytivegleiðingini á heimasíðuni hjá bankanum, har ymisk kunning er savnað saman, sum er hent at hava í sambandi við flytingina.  

Gerið tykkum tankar um, hvat tit ætla tykkum í sambandi við bústað. Tosið við tykkara peningastovn og tey, sum fáast við keyp og sølu av fastogn í Føroyum. Spyrjið tykkum fyri, hvørjir møguleikarnir eru, og hvat er skilagott at gera.