Webinar

Flyta heim?

Hevur tú tikið avgerðina um at flyta heim til Føroya?

Tað er ein ógrynna av viðurskiftum, ein skal hava greiðu á í sambandi við flytingina. Hvussu tryggjar tú flytigóðsið? Hvat skal tollast? Hvussu finnur tú bústað? Á webinarinum Flyta heim? viðgera vit hesi og nógv onnur viðkomandi viðurskifti í sambandi við flytingina. 


Sonja M. Gásadal, ráðgevi, greiðir frá teimum praktisku viðurskiftunum, sum eru umráðandi at hugsa um í sambandi við flytingina.

Petur Mohr Niclassen, stjóri í Skyn, tosar um bústaðarmøguleikar í Føroyum.

 

Eisini hevur tú møguleika at seta okkum spurningar á webinarinum. 



Nær?

Mikudagin 28. apríl 

Kl. 19.00 (Føroyska tíð)

 

Teknar tú teg til webinarið áðrenn kl. 14.00 mikudagin 28. apríl, ert tú við í lutakastinum um ein flytipakka virði 20.000 kr frá Smyril Line.


Tekna teg til webinarið her: