Kapping

Lær at finta sum Elias á Skipagøtu

Elskar tú hondbólt? So hevur tú nú møguleikan at vinna eina persónliga venjing við einari av okkara størstu hondbóltsstjørnum, Eliasi á Skipagøtu. 

Tak ein vin við
Tú kanst velja ein vin, sum tú vilt deila vinningin við, soleiðis at tit saman venja við Eliasi. Venjingin verður í januar 2022.

Hitt A-landsliðið
Eftir venjingina sleppa tit at heilsa uppá allan landsliðshópin hjá monnunum og fáa eina felagsmynd saman við teimum. Eisini fáa tit atgongumerki til allar tríggjar landsdystirnar hjá monnunum, ið verða leiktir í januar 2022.

Soleiðis luttekur tú

 

 

1. Útfyll allar teigarnar niðanfyri

2. Vel, um tú ynskir at luttaka við einum stuttum filmi ella  skrivliga.

  • Filmur: Send okkum filmin umvegis Facebook ella Instagram. Viðmerk í tekstteigin niðast á síðuni, at tú sendir okkum ein film.
  • Skrivliga: Skriva títt svar í tekstteigin niðanfyri.

3. Fortel, hví tú ynskir at vinna, og hvat tú elskar við hondbólti.            Send okkum títt svar áðrenn 6. desember 2021.

 

Ein dómaranevnd við 4 hondbóltsprofilum velur vinnaran, ið hevur besta svarið. 

 

Dómaranevndin

Dómaranevndin: Fríða Petersen, Elias á Skipagøtu, Peter Krogh og Turið Arge Samuelsen


Skráset teg her

Upplýsingar hjá einum foreldri (um tú ert 14 ár ella yngri)

Hvørjum landsliðsleikarum vilt tú venja saman við?

Lýs her, hví tú vilt vinna, og hvat tú elskar við hondbólti.

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

330 330

Send okkum teldubræv