Poddvarp

Læn mær eitt oyra er poddvarp hjá BankNordik. Í poddunum tosa vit um pengar - vit tosa um lán, íløgur, pensjón, rentur, tryggingar, arv og mangt, mangt annað, sum hevur við vanlig fíggjarviðurskifti at gera.

Fyri tey flestu kunnu fíggjarviðurskiftini tykjast fløkt og trupul at skilja, men tað er eingin ivi um, at fíggjarligi parturin hjá teimum flestu bæði er umráðandi og ofta rættiliga avgerandi. Tí er endamálið við poddunum at varpa ljós á evni, sum hava við vanlig fíggjarviðurskifti at gera, á ein greiðan og viðkomandi hátt. 

Soleiðis gert tú

Tú kanst lurta eftir okkara poddum við at fylgja leinkjunum niðanfyri.

Vit eru eisini at finna á millum annað Spotify og á Apple Podcasts, har tú kanst fylgja Læn mær eitt oyra, og sostatt sært tú, hvørja ferð ein nýggjur poddur er tøkur.

Webinar

Her kanst tú lesa meira um og síggja okkara spennandi webinar, sum vit halda áleið eina ferð um mánaðin. Tú kanst eisini melda teg til komandi webinar. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv