Pengadagur

Pengadagur er undirvísing í praktiskari vitan um pengar, har næmingurin millum annað lærir, hvussu ein heldur skil á sínum pengum og sleppur undan fíggjarligum fellum. 

Endamálið við Pengadegnum
Endamálið við Pengadegnum er at undirvísa ungum í fíggjarligum viðurskiftum, sum ofta kunnu tykjast rættiliga fløkt og fjar, á ein lættan og viðkomandi hátt fyri hvønn einstakan næming.

Til Pengadagin verður undirvíst í:

  • Inntøkum og útreiðslum
  • Løn, skatti og rættindi hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum
  • Lán og rentu
  • Hvussu ein heldur skil á sínum pengum
  • Talgildum pengum og tryggari atferð á netinum 

Tíðarætlan
Undirvísingin er í áleið 2 skúlatímar íroknað uppgávur og steðgir. Tað vera ráðgevar í BankNordik, sum koma út á skúlarnar at undirvísa. Innihaldið í undirvísingini minnir mest um lærugreinarnar støddfrøði og samfelagsfrøði, so tað er kanska hóskandi, at undirvísingin fer fram í hesum tímunum, men hetta ger skúlaleiðslan saman við viðkomandi lærara sjálv av.

 

Legg tína fyrstu fíggjarætlan

Ein fíggjarætlan kann vera eitt sera hent amboð til at geva samlaðu myndinaav tínum pengum, so tú altíð hevur pengar tøkar - eisini seinast í mánaðinum.

Góð móttøka av Pengadegnum

Fyrstu skúlavitjanirnar í sambandi við Pengadagin vóru í mars og apríl mánaði fyrr í ár. Skúlarnir tóku sum heild væl ímóti tilboðnum, og okkara ráðgevar vóru úti á fleiri skúlum og undirvístu.


"Tað er gott, at onkur tekur stig til at undirvísa næmingum í fíggjarviðurskiftum.  Hetta eru viðurskiftið, sum hava stóran týdning.
Forbrúk hjá børnum er stórt í dag og tí er skilagott, at tey fáa forstáilsi fyri pengum," sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.


"Eg helt, at tað var gott fyri næmingarnar, at fáa eitt innlit í, hvat tey skulu hugsa um í samband við teirra egnu fíggjarviðurskifti s.s. lán og keyp á netinum. Og hvat alt kostar í daglidegnum tá ið man skal gjalda alt sjálvur, " sigur Mariann Poulsen, lærari í Skúlanum á Argjahamri.