Pengadagur

Pengadagur er undirvísing í praktiskari vitan um pengar, har næmingurin millum annað lærir, hvussu ein heldur skil á sínum pengum og sleppur undan fíggjarligum fellum. 

Endamálið við Pengadegnum

Endamálið við Pengadegnum er at undirvísa ungum í fíggjarligum viðurskiftum, sum ofta kunnu tykjast rættiliga fløkt og fjar, á ein lættan og viðkomandi hátt fyri hvønn einstakan næming. Undirvísingin er ætlað næmingum úr 9. flokki.

Til Pengadagin verður undirvíst í:

  • Inntøkum og útreiðslum
  • Løn, skatti og rættindi hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum
  • Lán og rentu
  • Hvussu ein heldur skil á sínum pengum
  • Talgildum pengum og tryggari atferð á netinum

Tíðarætlan

Undirvísingin er í áleið 2 skúlatímar íroknað uppgávur og steðgir. Tað vera ráðgevar í BankNordik, sum koma út á skúlarnar at undirvísa. Innihaldið í undirvísingini minnir mest um lærugreinarnar støddfrøði og samfelagsfrøði, so tað er kanska hóskandi, at undirvísingin fer fram í hesum tímunum, men hetta ger skúlaleiðslan saman við viðkomandi lærara sjálv av.

 

Legg tína fyrstu fíggjarætlan

Ein fíggjarætlan kann vera eitt sera hent amboð til at geva samlaðu myndinaav tínum pengum, so tú altíð hevur pengar tøkar - eisini seinast í mánaðinum.

Góð undirtøka fyri Pengadegnum

Pengadagurin er eitt afturvendandi átak, og higartil hava áleið 300 næmingar verið til Pengadagin. Undirtøkan hevur sum heild verið sera góð millum bæði næmingar og lærarar:


"Tað er gott, at onkur tekur stig til at undirvísa næmingum í fíggjarviðurskiftum.  Hetta eru viðurskiftið, sum hava stóran týdning.
Forbrúk hjá børnum er stórt í dag, og tí er skilagott, at tey fáa skil fyri pengum," sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.


"Eg helt, at tað var gott fyri næmingarnar, at fáa eitt innlit í, hvat tey skulu hugsa um í sambandi við teirra egnu fíggjarviðurskifti, m.a. lán og keyp á netinum. Og hvat alt kostar í gerandisdegnum, tá ið man skal gjalda alt sjálvur," sigur Mariann Poulsen, lærari í Skúlanum á Argjahamri.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv