Kapping

Landsliðsleikari í ein dag

Elskar tú hondbólt? So hevur tú nú møguleikan at royna teg sum landsliðsleikara í ein dag.

Tú kanst vinna eina persónliga venjing við besta venjaranum, vit hava havt í Føroyum - nevniliga fyrrverandi danska - og nú føroyska landsliðsvenjaranum, Peter Bredsdorff-Larsen. 

Tak ein vin við
Tú kanst velja ein vin at taka við, soleiðis at Peter venur tykkum saman. Venjingin verður miðjan mars.

Hitt A-landsliðið
Eftir venjingina sleppa tit at heilsa uppá landsliðshópin hjá monnunum og fáa eina felagsmynd saman við teimum. Eisini fáa tit atgongumerki til landsliðsdystin millum Føroyar og Hvítarussland í mars.

Soleiðis luttekur tú

 

 

1. Útfyll allar teigarnar niðanfyri

2. Vel, um tú vilt luttaka við einum stuttum filmi ella skrivliga.

  • Filmur: Send okkum filmin umvegis Facebook ella Instagram. Viðmerk í tekstteigin niðast á síðuni, at tú sendir okkum ein film.
  • Skrivliga: Skriva títt svar í tekstteigin niðanfyri.

3. Fortel, hví tú vilt vinna, og hvat tú elskar við hondbólti.            Send okkum títt svar í seinasta lagi 9. mars 2022.

 

Ein dómaranevnd velur vinnaran, ið hevur besta svarið. 

Skráset teg her

Upplýsingar hjá einum foreldri (um tú ert 14 ár ella yngri)

Lýs her, hví tú vilt vinna.

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

23 05 55

Send okkum teldubræv