Tiltak

Uttanlands at lesa?

Skalt tú uttanlands at lesa? So hevur tú helst nógvar praktiskar spurningar í sambandi við flytingina. Á tiltakinum "Uttanlands at lesa?" fara lesandi uttanlands at greiða frá teirra sosialu upplivingum og lestrarlívi, umboð frá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark og Vegleiðingarstovuni fara at geva nøkur góð ráð um, hvussu tú á bestan hátt kanst fyrireika teg áðrenn flytingina, og BankNordik fer at tosa um tann fíggjarliga partin av flytingini. Á tiltakinum hevur tú møguleika at seta luttakarunum spurningar og fáa seinastu viðurskiftini uppá pláss, áðrenn tú skalt avstað. 

Nær?

2. august kl. 19 í Biskopstøgarði í Klaksvík

3. august kl. 19 á Oknarvegi 5 í Tórshavn. 

 

Hvør luttekur? 

  • Vegleiðingarstovan/Talgildu Føroyar
  • Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
  • Føroyskir útisetar á løgfrøði
  • Føroysk læknalesandi í Szczecin
  • ÍF Føroyar
  • BankNordik

 


Tekna teg til tiltakið í Klaksvík her:

Tekna teg til tiltakið í Tórshavn her:

Live tónleikur við Heiðriki og Leu

Vinnningar frá: