Tiltak um burðardygd

Vælkomin til vinnutiltak um burðardygd í høvuðssæti okkara týsdagin 30. august kl. 17.

Skráin fyri tiltakið er hendan:  

  • Lars Bo Bertram, forstjóri í BankInvest, greiðir frá um burðardyggar íløgur, burðardygd í praksis og um tær tvístøður, sum kunnu fylgja við burðardyggu gongdini hjá fyritøkum.
  • Turið F. Arge, stjóri í BankNordik, greiðir frá, hvussu BankNordik arbeiðir við burðardygd, og hvønn leiklut BankNordik hevur í burðardyggu tilgongdini hjá bæði fyritøkum og privatpersónum í Føroyum.
  • Uni Holm Johannesen fer at hugleiða um gongdina í dagsins samfelagi.

Aftaná framløgurnar verður borðreitt við spennandi sjógætisrættum frá matstovum í Gist & Vist-samtakinum. 

Lars Bo Bertram er forstjóri í BankInvest

BankInvest er eitt danskt íløgufelag, ið ger íløgur í fleiri túsund fyritøkur kring heimin. Felagið ger bert íløgur í fyritøkur, ið hava eina burðardygga dagsskrá. BankInvest er av teirri sannføring, at feløg, ið rekast burðardygt, skapa størst virði fyri bæði íleggjarar og samfelagið.

Tekna teg her