Vinnutiltak

Tekna teg her

Tann góða kundaupplivingin  

Týsdagin 21. november frá kl. 15 til 16.30 skipa vit fyri einum spennandi fyrilestri um, hvussu avgerandi tann góða kundaupplivingin er fyri eina fyritøku – sama hvør vinnugreinin er. Fyrilesturin verður á Oknarvegi 5 í Havn.

Tað verður kendi danski fyrilestrarhaldarin, Ian Wisler-Poulsen, sum fer at hava fyrilesturin. Ian fer at greiða frá:

  • ambassadøreffektini
  • hvørja ávirkan kundaupplivingar hava á búskapin hjá fyritøkuni
  • og hvussu nógv lættari arbeiðið hjá fyritøkuni gerst við góðum kundaupplivingum.

Harafturat fer Ian at greiða frá týdninginum av empati, og eisini hvussu týdningarmikið hjálpsemier í dagsins samfelagi. Við dømum og ítøkiligum amboðum læra luttakararnir at styrkja tænastumentanina í fyritøkuni og á tann hátt skapa betri kundaupplivingar.

"Kongen af kundeoplevelser"

Soleiðis bleiv Ian Wisler-Poulsen umrøddur, tá ið hann fór á pallin í sambandi við ráðstevnuna NPS Summit í Keypmannahavn í 2021. Við sínum fyrilestrum hevur Ian verið til íblástur hjá mongum fyritøkum – bæði í Evropa og í USA. Harafturat hevur hann skrivað fleiri bøkur, m.a. Grundbog i Servicedesign" og ”Tag ansvar for kundeoplevelsen”, sum kom út í 2021 – longu áðrið eftir bleiv bókin ein bestseljari.