
Webinar
Fíggjarviðurskifti kunnu tykjast trupul at skilja, og onkuntíð kann tað vera nógv at seta seg inn í. Á okkara webinarum viðgera vit ymisk evni, sum hava við vanlig fíggjarviðurskifti at gera. Endamálið er at veita viðkomandi ráðgeving, sum er løtt at skilja.
Á webinarinum hevur tú eisni møguleika at senda spurningar inn, um tú hevur ivamál. Fylg við á síðuni her, hvørji evni eru á skrá komandi tíðina.
Góð ráð til tín, sum skalt á webinar
Eitt webinar hjá BankNordik er ein online fyrilestur, har ymisk evni verða viðgjørd, sum hava við fíggjarlig viðurskifti at gera. Webinarið varir vanliga góðar 30 minuttir, og tú luttekur á tínari teldu, teldli ella telefon. Webinarið byrjar við framløgum frá ráðgevum úr BankNordik ella fólki við serkønari vitan um evnið, sum verður viðgjørt. Eftir framløgurnar hevur tú møguleika at seta spurningar við at senda eini sms boð inn til okkara. Nummarið sært tú á skerminum, tá webinarið er byrjað. Hinir luttakarirnir síggja ikki tínar spurningar.
Tá ið tú hevur teknað teg til eitt webinar, fært tú eitt leinki sendandi frá okkum 1-2 tímar áðrenn, webinarið byrjar. Vit senda tær eina áminning um webinarið á degnum, sum webinarið verður hildið.
Soleiðis fyrirreikar tú teg til eitt webinar
- Hygg eftir, at tú hevur streym á telduni, teldlinum ella telefonini
- Hygg eftir at ljóðið er tendrað
- Hoyrir tú ikki webinarið, kanst tú prøva at fara út av webinarinum og inn aftur
- Hygg eftir, at internetsambandið er gott
- Far inn á webinarið í góðari tíð
- Vilt tú vita meira um evnið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til tín ráðgeva.