Vegleiðing til Pengaskápið

  1. Tak appina, Pengaskápið, niður á telefonina hjá barninum. Tú finnur appina á App Store ella á Google Play.

  2. Trýst á Stovna brúkara, og trýst síðani aftur á Stovna brúkara.

  3. Síðani verður tú biðin um at rita inn við tínum Samleika og vátta við Samleikanum.

  4. Vel síðani barnið á skíggjanum og trýst síðani á Halt fram.

  5. Trýst á Eg góðtaki og síðani á Halt fram.

  6. Eini SMS-boð við einum einnýtisloyniorði verða send á fartelefonina hjá barninum. Skriva einnýtisloyniorðið, vel síðani egið loynital (fýra tøl) og endurtak hetta loynitalið. Enda við at trýsta á Goym.

  7. Tú hevur nú ritað inn á Pengaskápið. Til ber at lesa meira um møguleikarnar í Pengaskápinum her.

Tú kanst síggja eina vegleiðing við myndum her

Gev gætur at um tú hevur fleiri børn, ið hava Pengaskápið, skalt tú rita inn fyri hvørt barnið. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv