Tá ið barnið fer á eftirskúla

Tað er ein stór broyting, tá barnið fer á eftirskúla uttanlands – bæði fyri foreldrini og fyri barnið. Og nógvar praktiskar avbjóðingar kunnu stinga seg upp, tá barnið fer avstað.

Hvussu verður við pengum og gjaldskorti? Er barnið, sum fer avstað, tryggjað eins og her heima?

Her eru nøkur góð ráð til tín, hvørs barn fer á eftirskúla ella háskúla uttanlands.

Tvey gjaldskort við á eftirskúla

  Vit mæla til, at tann, sum fer á eftirskúla uttanlands, hevur meira enn eitt gjaldskort við sær. Um kortið verður brotið, stolið ella gerst óvirkið, er tað tryggari at hava eitt eyka gjaldskort við sær.

Netbanki

Tá barnið er 15 ár, kann tað stovna sær sín egna Netbanka við NemID. Er barnið yngri enn 15 ár, kann tað stovna sær ein Netbanka í eini barnavinarligari útgávu.

Fyrimunurin við at hava Netbanka er, at tú kanst hava eyga við salduni og bókingum á kontuni.

Foreldur kunnu hava atgongd at síggja Netbankan hjá barninum, tá barnið er undir 18 ár, soleiðis at foreldrini kunnu fylgja við og hjálpa við tí fíggjarliga.

Netbanki

Netbankin er ein løtt, trygg og bílig loysn, sum gevur tær samlaða yvirlitið yvir tíni fíggjarviðurskifti. Tú sparir bæði tíð og ómaksgjøld, tá ið tú gagnnýtir nógvu møguleikarnar, ið Netbankin hevur at bjóða.

Les meira um Netbankan her

Er barnið tryggjað?

Fer barnið á eftirskúla ella háskúla í Norðurlondum, er vanliga ábyrgdartryggingin hjá húskinum galdandi. Hon er tó bert galdandi í eitt ár frá tí, at barnið er byrjað á eftirskúlanum.

Um tú ynskir trygging fyri innbúgvslutirnar í sambandi við uppihaldið hjá barninum á eftirskúla ella háskúla í Norðurlondum, skal ískoytisfulnaður teknast aftrat.

AFS ella á skúla uttan fyri Norðurlond

Fer barnið til dømis á AFS ella á skúla uttan fyri Norðurlond, er vanliga ábyrgdartryggingin hjá húskinum ikki galdandi. Hetta er tí, at barnið tá skiftir bústað. Ofta er tað tó soleiðis, at AFS kann vísa á viðkomandi tryggingar, sum tú kanst tekna til barnið.