Tá ið barnið gerst tannáringur

Tá ið barnið gerst tannáringur henda nógvar broytingar – eisini fíggjarligar. Hóast tú sum foreldur enn hevur fíggjarliga ábyrgd av barninum, gerst barnið nú alsamt meira sjálvstøðugt.

Bússan verður skift út við gjaldskort og Netbanka. Fyrsta starvið er í eygsjón. Og so velja fleiri at fara á eftirskúla ella háskúla, og summi flyta enntá heimanífrá.

Tað eru nógvar avgerðir, sum skulu takast, og nógv at seta seg inn í, og tí hava vit savnað nøkur góð ráð til tín, sum hevur eitt barn, ið nú verður tannáringur.

Gjaldskort til ung

Tað kann vera hent hjá einum barni at hava sítt egna gjaldskort. Tí við einum gjaldskorti sleppur barnið undan at hava reiðan pening á sær, og fyrimunurin við einum gjaldskorti til ung er, at barnið ikki kann brúka meira enn tað, sum er á kortinum.

Netbanki til ung

Við Netbankanum kann barnið síggja, hvussu nógvir pengar eru á kortinum, og sostatt kann tað vera lættari at halda skil á pengunum.

Er barnið 15 ár og eldri kann tað stovna sær sín egna Netbanka, og børn undir 15 ár kunnu fáa ein Netbanka í eini barnavinarligari útgávu.

 

Børn og trygg atferð á netinum

Tá barnið gerst eldri og fær egið gjaldskort og egnan Netbanka, er tað umráðandi, at tað lærir, hvussu ein ber seg at við pengum á netinum. Tí tað eru ikki bara vaksin, sum uppliva svik og stuldur, men eisini børn og ung.

Les meira

NordikUng

Til ung millum 13 og 15 ár

Unge mennesker og en mobil på en café

Tá ið barnið fer á eftirskúla

Tryggingar til ung

Bíligar tryggingar til ung

Myndakort

Sniðgev títt egna kort