Arvur og testamenti

Í dag finnast fleiri familjusamansetingar enn tað gjørdu fyrr. Vit hava tíni, míni og okkara børn, og  eisini pør, sum ikki eru gift, og sum sostatt ikki eru fevnd av somu reglunum, sum gift pør.

Tí hevur tað týdning, at tú setur teg inn í arvaviðurskiftini – serliga um støðan hjá tær broytist. Hetta kann t.d. vera, um tú fært børn, verður gift/ur, flytur saman, verður skild/ur ella um onkur av tínum nærmastu doyr. 

Poddur um arv og testamenti

Hvør arvar teg, og hvønn arvar tú? Fá svarið í okkara poddi um arv, har vit millum annað eisini tosa um, hvønn týdning eitt testamenti hevur.  

Testamenti

Kundi tú hugsað tær at býtt arvin øðrvísi enn tað, sum arvalógin sigur, skalt tú skriva eitt testamenti. Hevur tú tvangsarvingar (hjúnafelagi, børn, ommu- ella abbabørn o.s.fr.) fáa tey í minsta lagi 50% av tí arvi, sum sambært arvalógini fellur til tvangsarvingar – sama um eitt testamenti er ella ikki. Hini 50% av arvinum hevur tú møguleika at lata øðrum í einum testamenti.

Les eisini

Lívstryggingar

Les meira um, hvørjar lívstryggingar hóska til júst tín. 

Búgvið verður viðgjørt

Her kanst tú fáa yvirlit yvir, hvussu búgvið verður viðgjørt við deyða. 

Hvat hendir í bankanum?

Les um hvat hendir í bankanum, tá ið ein av tínum nærmastu doyr.  

Alt tað praktiska

Vit hava gjørt ein lista við øllum tí praktiska, sum tú skalt hugsa um, tá ið tú missir ein kæran. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv