
Ráðgeving til tín í mótgongd
Tín fíggjarstøða er helst ikki fremst í tínum huga, tá ið tað ikki gongur so væl. Hevur tú til dømis fíggjarligar trupulleikar, fer ígjøgnum ein hjúnaskilnað ella tá sjúka rakar, kann tað vera trupult at hugsavna teg um pengar og rokningar. Fíggjarstøðan er tó ofta rættiliga avgerandi í teimum truplu tíðum í okkara lívi.
Á okkara heimasíðu hava vit nú gjørt nakrar nýggjar síður við ráðgeving til tín í mótgongd. Við at fylgja leinkjunum niðanfyri, kanst tú millum annað lesa um, hvussu tú kanst fáa skil á fíggjarstøðuni, um:
-
Tú hevur fíggjarligar trupulleikar. Seinastu mánaðirnar eru prísirnir á gerandisvørum hækkaðir nógv, og tí kann vera trupult at fáa endarnar at røkka saman. Á okkara heimasíðu kanst tú fáa góð ráð til, hvussu tú kanst fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna og tamarhald á nýtsluni.
-
Tú og makin fara frá hvørjum øðrum. Tað er ein stór kollvelting, tá ið tú og makin fara frá hvørjum øðrum – og tað kann eisini vera ein stór fíggjarlig kollvelting fyri tykkum bæði. Hvussu skulu pengarnir býtast? Hvussu við børnunum? Og hvat skalt tú hugsa um í sambandi við trygging, skatt og pensjón? Spurningarnir eru nógvir, og vit hava gjørt eina roynd at savna viðkomandi ráðgeving, soleiðis at tú kanst byrja nýggja kapittulin við eini sunnari fíggjarstøðu.
-
Sjúka ella deyði raka. Sjúka kann raka okkum øll, og vit kunnu øll brádliga missa ein kæran. Pengar og fíggjarligt yvirlit kunnu tá liggja fjart. Á okkara heimasíðu kanst tú nú fáa holla ráðgeving um, hvussu tú kanst handfara fíggjarliga partin av hesum truplu støðum. Eisini kanst tú lesa um, hvussu tú best tryggjar teg og familjuna, áðrenn at sjúka ella deyði raka.
Umframt ráðgeving á okkara heimasíðu, ert tú altíð vælkomin at tosa við okkum - vit hava ráðgivið fleiri í somu støðu.