Ert tú avvarðandi?

Sum avvarðandi er nógv at taka støðu til. Umframt kensluliga partin, sum helst fyllir mest í hesi tíðini, kunnu stúranir um tað fíggjarliga eisini stinga seg upp. Vit vilja fegin hjálpa við fíggjarliga partinum, soleiðis at tú og familjan kunnu hugsavna tykkum um onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri tykkum í hesi avbjóðandi tíð. 

Til dømis er tað møguligt at tekna eina fulltrú, soleiðis at tú sum avvarðandi fært atgongd til kontur og netbanka hjá tí, sum er sjúk/ur. Tú kanst eisini fáa eitt gjaldskort til kontuna.

Minst eisini til at spyrja tín arbeiðsgevara um møguleika fyri at fáa frí til læknavitjan og ansing annars, um tørvur er á hesum. 

Vit vilja fegin hjálpa tær

Hevur tú tørv á ráðgeving, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum – vit hava ráðgivið fleiri, sum eru í líknandi støðu. 

Les eisini

Tryggja teg og familjuna

Her kanst tú fáa nøkur góð ráð til, hvussu tú tryggjar teg og familjuna. 

Arvur og testamenti

Hvat skalt tú hugsa um í sambandi við arv og testamenti? 

Fíggjarligir trupulleikar

Fá góð ráð til, hvussu tú heldur skil á pengunum.  

Poddur um arv

Lurta eftir okkara poddi um arv og testamenti. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv