Tiltak

Hjálp, eg skal uttanlands at lesa

Skal tú uttanlands at lesa? Veitst tú, hvussu tú gert við SU, NemID, CPR nr., banka- og tryggingaviðurskifti?

10. og . 11. august skipa vit fyri "Hjálp, eg skal uttanlands at lesa", har tú fært svar uppá øll hesi viðurskifti. 

 

Tú fær kunning um:
- At flyta niður ✔️
- Studning og ferðastuðul ✔️
- Bankaviðurskifti ✔️
- Tryggingarviðurskifti ✔️

Lesandi greiða frá, hvussu tað er at lesa í:
- Keypmannahavn
- Aalborg
- Aarhus


Vit bjóða harumframt:
- Frískt djús og lekkrar tvíflísar

Tiltakið er ókeypis  og øll eru hjartaliga vælkomin :-)

Flyta niður?

Fylg flytivegleiðingini, vit hava snikkað saman til tín, so ert tú væl ávegis og kanst tí brúka tíðina til okkurt meira spennandi enn at kanna praktisk viðurskifti :)

Viðkomandi kunning

Flyta heimanífrá

At flyta heimanífrá er ein nýggjur og spennandi kapittul í tínum lívi. Få góð ráð, ið óivað kunnu hjálpa tær.

Útisetar

Vit hjálpa tær í útlegd - bæði áðrenn tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá tú skalt flyta heim aftur til Føroya.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær eisini gott út á tínum lívsrensli (CV).

Legg tína fyrstu fíggjarætlan

Ein fíggjarætlan er eitt hent amboð til at geva samlaðu myndina av tínum pengum.

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

23 05 55

Send okkum teldubræv