
Ungdómskonsert í BankNordik
Árliga ungdómskonsertin hjá Ungdómsbankanum verður fríggjakvøldið 15. februar í høvuðssæti okkara í Havn.
Ert tú millum 18 og 28 ár? Og dámar tær góðan tónleik? So set ein kross í kalendaran!
Ungdómsbankin bjóðar tær, ið er millum 18 og 28 ár, til eina fjálga og intima konsert við Marius og FRUM fríggjakvøldið tann 15. februar.
Báðir bólkar stilla upp við fullari manning og boða frá, at vit skulu vænta okkum eina stórsligna konsert.
Konsertin er sjálvandi ókeypis, og dyrnar lata upp kl. 19.45.
Lætt ábit umframt øl og cider frá Okkara verður at fáa.
Komi og njóti stórslignu konsertina saman við okkum í fjálgu hølum okkara á Oknarvegi.
Síggjast fríggjakvøldið 15. februar kl. 20.00 - vit gleða okkum!