
Vel Føroyar 2019
Hóskvøldið 14. mars kl. 18.30 bjóða vit og Atlantic Airways til kveikjandi útisetakvøld, har tú fært viðkomandi kunning um alt, tú hevur tørv á at vita, tá tú velur Føroyar.
Eisini bjóða vit Brioche pop-up, kaldar føroyskar øl og livandi tónleik við JASMIN og SWANGAH.
Fyrstu 100 gestirnir fáa ein gávuposa frá Hiddenfjord.
Vinn
- Flytipakka frá Smyril Line, virði 20.000 kr.
- SVEIGGJ frá Atlantic Airways
Viðkomandi kunning og praktisk viðurskifti í samband við flyting til Føroyar. Serfrøðingar í tollið, flutningi, trygging osfr. verða í panelinum, og møguleiki verður fyri at seta serfrøðingunum spurningar undir og eftir tiltakið.
Stjóri í Visit Faroe islands, Gurðið Højgaard, kemur at hugleiða um hvussu tað er at flyta til Føroyar eftir nógv ár uttanlanda.
Eisini verður Granskingarráðið til staðar og fer at ráðgeva um stuðulsmøguleikar úr Granskingargrunninum og úr evropeiska Horizon 2020. Hevur tú hug at granska eftir hægri lestur ella at samstarva við føroyskar fyritøkur og stovnar í altjóða netverkum, ert tú vælkomin at vitja básin hjá Granskingarráðnum
Luttakarar:
- Arbeiðsleys/ur í Føroyum - ALS
- Tollur og skattur - TAKS
- Leiga í Føroyum - Bústaðir
- Barnaansing, grundstykki o.a. - Tórshavnar kommuna
- Fígging, tryggingar og bústaðir - BankNordik, Trygd og Skyn
- Ferðing og flutningur - Atlantic Airways
- Hví skal eg velja Føroyar - Gurðið Højgaard , Visit Faroe island