Innflutningur av bili

Tú kanst fáa bilin heim við toll- og avgjaldsfrítt, um bilurin er til egna nýtslu, tú hevur átt hann í minst 6 mánaðir og hevur búð í landinum, tú flytur frá, í minst 1 ár. Tó skal skrásetingargjald rindast til Akstovuna, sí meira um hetta niðanfyri. Fyri at fáa bilin heim til Føroya, skal hann skrásetast og fáa føroyskt nummarspjaldur. Tú kanst bert skráseta bilin í Føroyum, um eigarin (brúkarin) hevur fastan bústað í Føroyum.

Soleiðis gert tú:

  • Upp til fýra vikur áðrenn tú útflytur bilin úr Danmark, skalt tú sýna hann.

  • 14 dagar áðrenn útflyting biður tú SKAT um eina virðisáseting. Sí vegleiðing her.

  • Tá ið bilurin er komin til Føroya, skalt tú í fyrstu atløgu tekna trygging fyri at kunna fáa eitt nummarspjaldur. Ábyrgdartrygging er lógarkravd, men vit viðmæla tær at tekna Partvísa skrokktrygging ella Skrokktrygging eisini – tað veldst um aldurin á bilinum. Les meira.

  • Tá ið tú hevur teknað trygging, skal bilurin sýnast á Akstovuni.

  • Síðani skal TAKS tollstempla pappírini, sum tú fekst frá Akstovuni í sambandi við sýnið.

  • Send avrit av tollstemplaðu pappírunum til: motorcenter@skat.dk sum skjalprógv fyri, at bilurin er fluttur úr Danmark. Journalnummarið, ið tú fekst frá SKAT í sambandi við virðisásetingina, skal skrivast í evnisteigin á teldubrævinum. Akstovan sendur danska nummarspjaldrið til SKAT í Danmark. Á leið 3 vikur eftir fært tú skrásetingaravgjaldið útgoldið frá SKAT.


Gev gætur!

Minst til at rokna út á leið, hvussu nógv tú fært aftur, ella skalt gjalda, fyri at skráseta bilin í Føroyum. Hetta fyri at kunna meta um, hvørt tað loysir seg at taka bilin við heim ella ikki. Gev gætur, at í Føroyum nýta vit framleiðsluvirðið, meðan man í Danmark nýtur søluvirðið. Hetta merkir, at man møguliga skal rinda nógv fyri at fáa ein gamlan bil, ið hevur eitt lægri søluvirði enn framleiðsluvirði, heim til Føroya. Sí dømi á skrásetingargjøld her.

Dømið vísir bert, hvat tú skalt gjalda í Føroyum, tvs. at danska skrásetingargjaldið, ið tú fært aftur, ikki er roknað við. Upprunagjaldið í døminum er framleiðsluvirðið.

                                                                                                          

Útisetar

Vit hjálpa tær bæði áðrenn, tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá ið tú skalt flyta heim aftur til Føroya.

To kvinder ved en computerskærm på et kontor

Fyrsta starvið

Skiftið frá lestrarlívi og studningi til starv og inntøku ber við sær heilt aðrar møguleikar.

Keypa bústað

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur. 

Ungt par med flyttekasser og en plante

Flyta saman

Tá ið avgerðin um at flyta saman er tikin, hava tit nógv at hugsa um og gleða tykkum til. Vit hava sett nøkur góð ráð saman til tykkum, sum flyta saman.

Janie Waag Høgnesen

Tørv á hjálp í sambandi við flytingina? Ring til mín

330 414

Send mær teldupost