
Tørv á hjálp ísv. flytingina?
Hevur tú tørv á hjálp í sambandi við flytingina?
Um tú hevur spurningar, ivamál ella hevur tørv á hjálp í sambandi við flytingina heim til Føroya, so er bara at spyrja. Vit eru her fyri at hjálpa tær, og vit ynskja at flytingin verður so smidlig sum gjørligt.
Seta búgv?
Hevur tú spurningar viðv. bústaðarfígging, so eru vit eisini til reiðar at hjálpa tær - eisini um tað bert eru ókonkretir spurningar. Vit kunnu altíð taka eitt leyst prát, ið kann verða ein góð vegleiðing at byrja við.

Spyr meg
Eg eiti Sonja og eri ráðgevi í BankNordik. Eg flutti sjálv heim til Føroya í 2018 saman við familjuni, so eg kenni nógv av ivamálunum aftur og veit, hvussu umfatandi tað kann vera at skula flyta og fyrihalda seg til øll tey praktisku viðurskiftini. Tí vil eg fegin hjálpa tær at gera tína flyting eitt sindur smidligari. Tú kanst altíð ringja ella senda mær teldubræv - um bæði stórt og smátt. Tú finnur mítt beinleiðis telefonnr. niðast her á síðuni. Vinarliga Sonja Gásadal
