Unge, der laver gruppearbejde sort hvidt billede

Studningur

Ert tú lesandi í Føroyum, fært tú óivað longu studning frá Studna – annars kanst tú søkja um studning her.

Studningurin er ymiskur alt eftir, hvørja útbúgving tú tekur, um tú ert undir ella yvir 18 ár, og um tú býrt heima hjá foreldrunum ella hevur egnan bústað.

  • Bókastudningur verður latin lesandi, ið eru undir 18 ár, tá stuðulsárið byrjar. Bókastudningurin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Um hevur egnan bústað, ert foreldur ella gift/ur, hevur tú møguleika at fáa vistarhaldsstudning. Sí stuðulsupphæddir og les meira her.

  • Lesandi á miðnámi
    Ert tú 18 ár og gongur á miðnámi, fært tú studning til livikostnað, um tú býrt heima hjá foreldrunum. Um tú hevur egnan bústað eller ert forsyrgjari fært tú meira í studningi. Sí stuðulsupphæddir og les meira her.

  • Lesandi á hægri útbúgvingum
    Øll lesandi á hægri útbúgvingum ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum fáa studning. Harafturat ber til at søkja Studna um lestrarlán. Sí stuðulsupphæddir og les meira her.

  • Lesandi við børnum
    Barnastudningurin verður veittur lesandi, ið hava forsyrgaraskyldu av børnum, ið eru undir 18 ár.

  • Barnsburðarfarloyvi
    Barnsburðarfarloyvisstudningur verður veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin er tann sami, sum tú fekst áðrenn, og verður í mesta lagi veittur í 11 mánaðir (eitt stuðulsár) fyri hvønn barnsburð. Eisini fært tú barnastudningin afturat í farloyvinum. Tú skalt búgva saman við barninum fyri at fáa farloyvisstudningin, og bæði foreldrini kunnu ikki fáa farloyvisstudningin úr skipanini samstundis. Les meira um barnsburðarfarloyvisstudning her.

Ferðastudningur
Øll lesandi, ið hava rætt til stuðul frá Studna, og sum nýta Strandfaraskip Landsins, kunnu søkja um Ferðastudning innanoyggja. Hetta er ein serlig skipan, sum gevur øllum lesandi møguleika at ferðast til og frá skúla ókeypis. Fyri at fáa ferðastudningin skalt tú søkja umvegis heimasíðuna hjá SSL. Tað kanst tú gera her.

GG! Ferðastudningurin verður kallaður "skúlakort" á ssl.fo. 

Studningur og lestrarstarv

Tú kanst í miðal tjena upp í 20.000 kr. við síðuna av lesnaðinum, uttan at tað ávirkar tín studning.

Ungdómsbankin

Ungdómsbankin er til tín millum 18-28 ár.
Lat okkum hjálpa tær við øllum tí turra og praktiska.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær gott út á tínum lívsrensli.

Flyta heimanífrá

Góð ráð til tín, ið flytur heimanífrá.

Ferðast

Góð ráð til tín, ið skalt út at uppliva heimin.

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

330 330

Send okkum teldubræv