
Kundatænastan
Kundatænastan er andlitið og røddin hjá bankanum úteftir. Tú møtir okkum við kassan á Oknarvegi í Havn, og vit taka telefonina, tá ið tú ringir til bankan um eitthvørt.
Ring ella skriva til okkara
Tú kanst annnaðhvørt ringja 330 330 ella senda eitt teldubræv til kundi@banknordik.fo, so svara vit skjótast gjørligt.
Slepp undan bíðitíð
Vanliga er lítil bíðingartíð, um tú ringir millum kl. 10 og 11. Tú kanst vænta longri bíðingartíð, um tú ringir millum kl. 12 og 13 umframt 15 og 16.
Aðrar tænastur
Kundatænastan hevur móttøku, kassaavgreiðslu, sjálvtøku og náttarboks.