Starvslýsing

Leiðari til Íløgudeildina

Vit søkja eftir einum dugnaligum og virkisfýsnum leiðara til Íløgudeildina at byrja skjótast gjørligt.

Starvið

Sum leiðari á Íløgudeildini fært tú ein fjøltáttaðan gerandisdag við ávirkan, har tú fært yvirskipaðu ábyrgdina av íløguøkinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi, ið eisini fevnir um uttanlandsflytingar og samskifti við útlendskar peningastovnar.

Tú fært tilvísing til rakstrarstjóran í samtakinum, og starvsstaðurin er á høvuðsskrivstouni í Tórshavn.

Umframt leiðsluleiklutin og dagliga samstarvið við tey sjey starvsfólkini á deildini fevnir ábyrgdarøkið m.a. um hesar uppgávur:

  • At leggja til rættis ætlanir og áseta mál fyri økið
  • Hava ábyrgdina av okkara ognarrøkt og vera partur av dagliga virkseminum á hesum økinum
  • Fyrireiking av átøkum og tiltøkum fyri kundar
  • Viðgerð av uppgávum viðvíkjandi Compliance
  • Samskifti við kundar
  • At taka stig til menning av tænastum
  • Undirvísing av starvsfólkum

Harumframt inniber starvið tætt innanhýsis samstarv og samskifti við ymisku deildir bankans.

Førleikakrøv

Vit sóknast eftir tær, sum:

  • hevur viðkomandi útbúgving og royndir innan íløguøkið
  • hevur gott innlit í íløguøkið og góð analytisk evni
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í skrift og talu
  • hevur leiðsluroyndir ella leiðslueginleikar og brennur fyri at skapa trivnað og menning av starvsfólkum
  • er opin, framsøkin, samstarvssinnað/ur, úrslitagóð/ur og nýhugsandi


Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi, ið arbeiðir tvørtur um landamørk og veitir kundum í Føroyum, Danmark og Grønlandi ráðgeving.

Um okkum

BankNordik hevur deildir í Grønlandi, Danmark og í Føroyum, og samanlagt starvast fleiri enn 400 starvsfólk í samtakinum. Vit leggja stóran dent á, at okkara starvsfólk trívast og støðugt mennast. Vit leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk, og vit eru harumframt tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og á deildunum.

Umsókn

Søk starvið her í seinasta lagi sunnudagin 13. desember 2020.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóra, á telefon 230 678 ella tfa@banknordik.fo.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv