Starvslýsing

Ráðgevi til Fíggjardeildina

Vit sóknast eftir einum framsøknum og eldhugaðum starvsfelaga til Fíggjardeildina í BankNordik-samtakinum, sum hevur virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Starvið

Sum ráðgevi á Fíggjardeildini fært tú ein spennandi og fjøltáttaðan gerandisdag. Fíggjardeildin tekur sær av øllum innanhýsis og uttanhýsis roknskapum, solvensuppgerðum, solvenstørvi, likviditetsuppgerðum, niðurskrivingum og avsetingum í BankNordik-samtakinum.

Yvirskipaða uppgávan er at taka virknan lut í fjølbroytta arbeiðinum á deildini, og arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Fyrireiking av roknskapi og solvensdata hjá dótturfelagnum Trygd til leiðsluna, umframt innlating til myndugleikar 
  • Aðrar roknskapar- og fíggjaruppgávur í samtakinum, undir hesum fyrireiking av fíggjarætlan hjá Trygd

Førleikakrøv

  • Tú hevur HD-roknskap, cand. merc. aud. við royndum innan grannskoðan ella aðra viðkomandi útbúgving og/ella arbeiðsroyndir 
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt 
  • Tú hevur góð analytisk evni
  • Tú hevur ein effektivan arbeiðshátt og leggur stóran dent á, at freistir verða hildnar 
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni 

Harafturat vænta vit, at tú ert jalig/ur, fyrikomandi, loysir tínar uppgávur við nærlagni og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært ávirkan á arbeiðshættir og mannagongdir.

Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi, ið umsitur fíggjarviðurskiftini fyri alt samtakið. Tú fært sostatt innlit í føroysk, donsk og grønlendsk fíggjarviðurskifti.

Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleikum.

Umsókn

Tú søkir starvið her. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. juni 2020.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Cecil Weihe, fíggjarleiðara, cw@banknordik.fo, tlf. 330 345, ella Rune Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóra á run@banknordik.fo, tlf. 330 442.

 

 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv