Ráðgevi til Ungdómsbankan

Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hvønn dag gert mun? Har tú vegleiðir og ráðgevur Føroya framtíð? So er tað møguliga tær vit leita eftir. Vit sóknast eftir eldhugaðum og framsøknum ráðgeva, ið brennir fyri góðari ráðgeving og føroyska ungdóminum.


Starvið

Í Ungdómsbankanum miðja vit eftir, at bjóða kundum okkara tað besta, og tí hava vit sett okkum fyri at vera meira enn ein banki m.a. við at geva ráðgeving um viðurskifti, sum veruliga gera mun og sum gera tað lætt hjá kundunum at taka røttu avgerðina. 
Talan er um eitt spennandi starv í Ungdómsbankanum í Saltangará við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. 


Førleikakrøv

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur peningastovnsútbúgving ella aðra fíggjarliga útbúgving

  • altíð setur kundan í miðdepilin

  • ert fyrikomandi, ágrýtin og hevur góð samstarvsevni


Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, ið leggur stóran dent á at tryggja kundanøgdsemi við ráðgeving, ið tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka, og sum á tann hátt skapar virði fyri kundan.

Starvsstaðurin er Ungdómsbankin í Saltangará.


Umsókn

Søk starvið her í seinasta lagi 23. september 2019.


Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Einar Tróndargjógv, leiðara í Ungdómsbankanum á tlf. 230 637 ella á eitr@banknordik.fo.