Starvslýsing

UX-mennari til BankNordik

BankNordik søkir eftir einum ábyrgdarfullum og tænastusinnaðum User Experience-mennara (UX-mennara).

Hevur tú hug og hegni at menna og styrkja heildarupplivingar á talgildum pallum? Hevur tú eitt estetiskt eyga, og dugir tú at seta teg inn í talgildu brúkaraupplivingina hjá kundanum, so er tað møguliga tær vit leita eftir til nýggja starvið sum UX-mennari.

Um starvið

Sum UX-mennari verður tú ein týðandi viðleikari í arbeiðinum at menna nýggjar KT-loysnir hjá samtakinum, soleiðis at talgilda heildarupplivingin hjá kundanum gerst løtt og góð.

Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi í Tænastumenning, har tú fert at samstarva við aðrar deildir og toymi um bæði stutt- og langtíðarverkætlanir.

Um teg 

  • Tú hevur kunnleika til ástøði og háttalag innan talgildar brúkaraupplivingar
  •  Tú hevur eina hóskandi útbúgving innan UX design, tøkni og/ella miðling
  • Tú dugir at greina hugskot og endamálsorðingar á ein lættan og greiðan hátt, sum er í samsvari við samleikan hjá samtakinum
  • Tú dugir at síggja endaliga úrslitið og dugir at leggja arbeiðið til rættis
  • Tú hevur góðar førleikar innan Javascript front-end menning, helst React
  • Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Tú hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú hevur áhuga fyri at seta teg inn í nýggj øki
  • Tú dugir at síggja møguleikar fram um avbjóðingar

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Eitt starv, har tú saman við starvsfeløgum sleppur at menna og mynda talgilda kundaøkið og fylgja uppgávunum á mál. Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleikum.

Um BankNordik

BankNordik-samtakið hevur deildir í Grønlandi og Føroyum umframt tryggingar- og húsameklararvirksemi í Føroyum. Samanlagt starvast fleiri enn 230 starvsfólk í samtakinum. Vit leggja stóran dent á, at okkara starvsfólk trívast og støðugt mennast. Vit leggja okkum eftir at seta dugnalig, ágrýtin og fjølbroytt starvsfólk, og vit eru harumframt tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og á deildum. 

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. september 2021

Søk starvið her

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Snorra Danielsen, deildarleiðara í Tænastumenning, á telefon 230483 ella á sda@banknordik.fo.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv