At vera næmingur í bankanum

BankNordik er eitt av stóru arbeiðsplássunum í Føroyum. Hetta setir krøv til okkum, og vit leggja tí stóra orku í at bjóða eitt umhvørvi við møguleikum, har øll trívast og mennast.

Næmingar eru ein sjálvsagdur partur av umhvørvinum í bankanum. Sum næmingur í BankNordik fært tú eina holla og nútímans útbúgving í einum altjóða arbeiðsumhvørvi við spennandi avbjóðingum.

Jann Benjaminsen

Jann Benjaminsen um at vera næmingur í BankNordik

"BankNordik er ein stór fyritøka og er eitt arbeiðspláss, allarflestu ynskja at gerast partur av. Fíggjarheimurin og bankalívið hugtekur meg, og tí ynskti eg at gerast partur av BankNordik-samtakinum og eisini at mennast sum persónur og nema mær hægri útbúgving. Tí søkti eg sum næmingur í BankNordik. Tað, sum er feitt við útbúgvingini er, at tú størsta partin av útbúgvingini arbeiðir, so tá ið tú kemur til undirvísingina, hevur tú ofta longu nomið eitt sindur við evnið og hevur tískil betur innlit í evninum. Útbúgvingin gevur tær nógvar møguleikar at byggja víðari á -  bæði innanhýsis í bankanum og eisini til víðari lesnað.  Tað besta við at vera næmingur í bankanum er, at tú hvønn dag fært ymsikar og avbjóðandi uppgávur og eisini sleppur runt á ymiskum deildum í bankanum, eitt nú á Vinnudeildina og Íløgudeildina."

Jann um útbúgving og starvsfelagar

Útbúgvingin, sum bæði er praktisk og teoretisk, er býtt í tveir partar: ein praktiskan part  og ein teoretiskan part. Skúlin tekur tvey ár. Sum næmingur kemur tú runt í øllum arbeiðsøkjum bankans. Ein ætlan verður gjørd fyri hvønn næming, og har verður ásett, hvussu leingi, tú verður í hvørjum øki.
Endamálið við útbúgvingini er millum annað, at tú sjálvstøðugt skalt kunna ráðgeva viðskiftafólki og skilja fíggjarligar trupulleikar.

 

Dugnaligir starvsfelagar

Mín fyrsta fatan av BankNordik var góð. Eg varð sera væl móttikin av starvsfelagunum, sum eru dugnaligir og hjálpsamir. BankNordik leggur stóran dent á trivnaðin millum starvsfólk, og tað haldi eg vera sera umráðandi. Umframt ókeypis frukt og kaffi verður skipað fyri skeiðum, útferðum og veitslum. Samanhaldið millum ‘tey ungu’ her í bankanum er eisini gott. Vit hátíðarhalda ofta bæði 25, 40 og 50 ára starvsdagar, sum er eitt prógv fyri, hvussu væl starvsfólkini í samtakinum trívast.

Barbara Danielsen um at vera næmingur í BankNordik

"Mín áhugi fyri fíggjarheiminum, og hvussu hesin hongur saman, var orsøkin til, at eg valdi at søkja lærupláss í bankanum. Eg ynskti at vita meira um hesa vinnugreinina. Hesi tvey árini sum næmingur hava verið spennandi, mennandi og avbjóðandi. Tú lærir sum næmingur at taka sjálvstøðugar avgerðir, og tú møtir kundum í ymiskum støðum í lívinum. Tað er t.d. kundar, ið skulu keypa ella byggja hús og skulu taka støðu til, hvørja fígging tey ynskja. Eisini fært tú, sum næmingur í bankanum, eina breiða vitan um ymisk týdningarmikil evni so sum tryggingar, pensjón og íløgur. Størsti parturin av útbúgvingini gongur fyri seg á arbeiðsplássinum, og er undirvísing nakrar dagar um mánaðin. Tað, ið mær dámar væl við hesum leistinum, er, at tú longu ert á arbeiðsmarknaðinum og sleppur at royna teoriina í praksis hvønn dag. Sum næmingur koma vit runt á flestu deildum bankans, og tað, ið var serliga feitt var, at vit næmingar eisini komu til Danmarkar at vitja deildir har."

Barbara um útbúgving og starvsfelagar

BankNordik er eitt gott arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum. Eg varð væl móttikin og kendi meg beinanveg sum part av einum stórum felagsskapi, ið trívist væl saman við hvørjum øðrum.

Eftir lokna lærutíð ber til at søkja fast starv í bankanum og síðani eru góðir møguleikar at úbúgva seg víðari innan bankaverðina. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at eg valdi at søkja sum næmingur í bankanum, tí starvsmøguleikarnir eru breiðir.

Vit søkja næmingar til hesar deildir at byrja 1. september 2020

Tórshavn - Vágar - Saltangará - Klaksvík - Tvøroyri  

Úbúgvingin

Les meira um, hvussu útbúgvingin er skipað.

Próvtøka

Kunna teg um próvtøkurnar, sum eru í sambandi við útbúgvingina.

Løn og arbeiðstíð

Hvussu leingi, og hvussu nógv? Fá meira at vita her.

To kvinder kigger på computerskærm på kontor

Okkara arbeiðspláss

Fá meira at vita um BankNordik sum arbeiðspláss.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv