Vælkomin í BankNordik 


Vit gleða okkum til, at tú í næstum byrjar at arbeiða hjá okkum. Í filmsbrotinum her er ein lítil heilsan til tín frá Turið F. Arge, forstjóra. Niðanfyri finnur tú eisini viðkomandi kunning um okkum og okkara arbeiðspláss.   

Um samtakið

BankNordik er eitt samtak við høvuðsskrivstovu í Føroyum. Samtakið rekur bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi, og harumframt fevnur samtakið um tryggingarfelagið Trygd, lívstryggingarfelagið NordikLív og ognarmeklarafyritøkuna Skyn. Øll trý feløg eru dótturfeløg við virksemi í Føroyum.

Vit hava fimm deildir í Føroyum og eina í Nuuk í Grønlandi. Harumframt hava vit Ungdómsbankan, Kundatænastuna, Vinnudeildina og fleiri fyrisitingardeildir.

Missión og Visión

Les meira um okkara virðir, kundalyfti, missión og visión.

Arbeiðsplássið

Umleið 220 starvsfólk starvast í samtakinum. Vit leggja stóran dent á at varðveita eitt gott arbeiðspláss, har tann einstaki trívist og mennist. Eisini leggja vit stóran dent á gott og tætt samstarv tvørtur um deildir og landamørk, og har opið og álitisfult samskifti er í hásæti.

Sum heild er BankNordik-samtakið merkt av einum fløtum bygnaði, har vegirnir til at taka avgerðir eru stuttir, og har starvsfólk hava møguleika at gera sína ávirkan galdandi, tá ið avgerðir verða tiknar, samstundis sum tey hava ávirkan á egnan arbeiðsdag.

Strategi 

Fleiri strategisk tiltøk skulu tryggja, at vit røkka okkara málum um vøkstur í Grønlandi og halda fast við okkara marknaðarstøðu í Føroyum, samstundis sum vit lata partaeigarunum eitt burðardygt avkast.

Strategiin hjá samtakinum tekur støði í trimum yvirskipaðum kjarnuøkjum:

  • Starvsfólk
  • Kundar
  • Partaeigarar

Ein fortreyt fyri, at vit kunnu skapa góð úrslit, er, at vit í okkara tilgongd til starvsfólk, kundar og partaeigarar vísa virðing fyri øllum pørtum, og at vit taka atlit at teimum samfeløgum, sum vit eru partur av. Vit eru tí tilvitað um okkara leiklut og okkara samfelagsábyrgd. 

Ráðgeving, sum er løtt at skilja

Tað kann vera avbjóðandi, tá ið stórar fíggjarligar avgerðir skulu takast. Møguleikarnir eru nógvir, og avleiðingarnar kunnu vera truplar at skilja til fulnar. Okkara mál er tí at geva øllum okkara kundum eina góða og viðkomandi ráðgeving, sum eisini er løtt at skilja, og sum kann gera tað lættari hjá kundunum at taka røttu avgerðirnar. Tí leggja vit okkum eftir at geva kundunum neyðuga yvirlitið og innlitið í egin fíggjarviðurskifti, soleiðis at kundarnir altíð hava ræði á egnum avgerðum. Hetta kunnu vit bert liva upp til, um vit megna at veita ráðgeving, sum er løtt at skilja.

Okkara høvuðsendamál er tí áhaldandi at bøta um, hvussu kundarnir uppliva okkum, uttan mun til hvar og nær teir møta okkum. Tí taka vit altíð støði í umstøðum og tørvi hjá tí einstaka kundanum.

Vit vilja samstundis geva øllum okkara kundum møguleika til at fáa eina talgilda heildaruppliving, sum er ómakaleys og lætt atkomulig. Tó skal kundin sjálvur til eina og hvørja tíð kunna velja persónligu ráðgevingina framum talgildu tænastuna, um viðkomandi heldur kundi hugsað sær tað.


Íløguprát - kvinna ipad

Ráðgeving í eygnahædd

Hví leggja vit dent á ráðgeving, sum er løtt at skilja?

  • Misskiljingar og torgreidd evni elva til misálit frá kundunum.
  • Vit vilja tryggja, at kundarnir hava ræði á egnum fíggjarviðurskiftum, soleiðis at teir bæði skilja síni egnu viðurskifti og samstundis kenna, at vit skilja teirra støðu og tørv.
  • Fyri at kundin skal kenna seg tryggan, er tað umráðandi, at vit eru nærverandi, viðkomandi og løtt at koma í samband við. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv