NemID- lyklaapp

Nú tørvar tær ikki longur at hava títt lyklakort hjá tær, tá ið tú skal rita inn við NemID. Ístaðin kanst tú taka niður NemID lyklaappina og brúka NemID beinleiðis frá tíni snildfon ella teldli – hetta er eisini møguligt, um tú skal rita inn í Netbankan á tíni teldu.

Hvat er lyklaappin og hvussu virkar hetta?

NemID lyklaappin er eitt eyka amboð til títt NemID lyklakort. Við lyklaappini kann tú góðkenna við at koyra fingurin yvir snildfonina ístaðinfyri at tasta eitt loyniorð inn. Báðir møguleikar eru eins tryggir.

Um tú velur at brúka lyklaappina, fær tú eina umbøn í tína lyklaapp, tá ið tú t.d. skal góðkenna eina gjalding í tínum Netbanka. Fyri at fremja eina gjalding skal tú góðkenna umbønnia við at koyra fingurin yvir snildfonina.

NemID lyklaappin er ókeypis og kann takast niður í App Store ella Google Play.