Um bankan

BankNordik broytir rentur og prísir

BankNordik lækkar rentur á privatum innlánum. Rentubroytingarnar verða framdar til tess at viga upp ímóti teimum útreiðslunum, sum BankNordik hevur av innlánum hjá kundum bankans.

Orsøkin til rentubroytingina er yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa renta hjá tjóðbankanum. 

Broytingin hevur við sær, at innlánsrentur hjá privatkundum lækka sum lýst niðanfyri. Vanlig innlán undir 500.000 kr. verða undantikin negativari rentu, innlán omanfyri 500.000 kr. verða rentað við -0,75% og pensjónsinnlán verða rentað við -0,75% frá fyrstu krónu. Til ber at hava upp til 3 innlánskontur uttan at gjalda negativa rentu, um samlaða upphæddin er undir 500.000 kr. Um kundar hava fleiri enn 3 innlánskontur, verður negativ renta goldin av hesum kontum. 

Upphædd

Nýggj renta

Rentubroytingin fær virknað

Vanlig innlán upp til 500.000 kr.

0,00 % p.a.

1. marts 2020

Vanlig innlán omanfyri 500.000 kr.

-0,75 % p.a.

1. marts 2020

Pensjónskontur

-0,75 % p.a.

1. marts 2020

Børn og ung undantikin
Børn og ung under 29 ár eru undantikin negativum rentum. Frá 1. mars 2020 verður rentan á øllum innlánskontum og pensjónskontum sostatt 0,0% p.a. 

Nærri kunning 
Í næstum fáa allir privatkundar kunning um, hvat broytingarnar ítøkiliga merkja fyri teirra innlánskontur, og hvørjir aðrir møguleikar eru umframt at hava peningin standandi á kontu við negativari rentu. 

Broyttir prísir
Av handilsligum ávum broytir BankNordik, sí neyvari lýsing av broytingunum niðanfyri.