Gevið gætur

Freistir fyri flytingar í sambandi við Kristi himmalsferðardag

Hósdagur 30. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 31. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar bankaflytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, sum eru galdandi, um flytingar skulu vera móttakarunum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:

  • Uttanlandsflytingar í Netbankanum: mikudagin 29. mai kl. 13

  • Lønarflytingar: mikudagin 29. mai kl. 15.30*

  • Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: mikudagin 29. mai kl. 13

  • Flyting til aðra kontu í BankNordik: mikudagin 29. mai kl. 15.30

*Av tí at stórt trýst er á peningastovnsskipanum síðst í mánaðinum – serliga orsakað av lønarflytingum – mæla vit til at avgreiða umráðandi flytingar týsdagin 28. mai, um tú vilt hava vissu fyri, at peningurin kemur fram rættstundis.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv