Nýggj deild letur upp í Klaksvík

Í næstum letur BankNordik nýggja deild upp á Biskupstorginum í Klaksvík. Nýggja bankadeildin er partur av stóru byggiverkætlanini, ið skal vera við til at menna miðbýin í Klaksvík. Endamálið við nýggju deildini er at geva bæði starvsfólkum og kundum betri og nútímans karmar.

Opið hús og móttøka

Í samband við flytingina bjóða vit til opið hús í nýggju hølunum 14. november frá kl. 10 til 17.

Frá kl. 14.30 til 17 verður skipað fyri almennari móttøku. Á skránni verða røður og tónleikur.

Okkurt søtt verður til góman.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv