Nýggjar talgildar gjaldsloysnir

Vit boða frá góðum tíðindum, fyri øllum sum hava eina android snildfon, Garmin ur ella Fitbit ur. Nú er nevnliga møguligt at nýta títt Visa/Dankort og Masterkort frá BankNordik í Google Pay, Garmin Pay og Fitbit Pay.

Lat mappuna liggja heima

Tað er lætt, einfalt og trygt at gjalda talgilt - og tað krevur bert at tú hevur tína telefon ella ur við tína lið. Tú kanst gjalda í øllum handlum, sum hava nándgjald - og við Google Pay kanst tú eisini gjalda í netbornum handlum og appum, við tíni Android snildfon ella teldli.

Soleiðis kemur tú í gongd

Her hevur tú møguleika at lesa meira um, hvussu tú fer í hált við at nýta nýggjar og talgildar gjaldsháttir. Eisini sært tú ofta spurdir spurningar, og nógv annað.

Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum og vit hjálpa tær.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv