BankNordik-savnið keypir list eftir Anker Mortensen

Í summar fekk BankNordik-savnið eina nýggja árliga játtan frá BankNordik til at keypa føroyska nutíðarlist fyri. Savnið hevur nú keypt tvey verk eftir Anker Mortensen, og hesi verk eru tey fyrstu nýggju verkini í BankNordik-savninum, ið frammanundan eigur nógva eldri dygdarlist.

Frá vinstru: Jákup Simonsen, Anker Mortensen og Helgi A. Fossádal.

BankNordik letur savninum 300.000 kr. um árið

BankNordik-savnið er skipað sum ein sjálvsognarstovnur við einum stýri, ið bæði umboðar kunnleika um føroyska list og innlit í fíggjar- og handilslig viðurskifti. BankNordik letur á hvørjum ári 150.000 kr. til raksturin av savninum, og í summar gjørdi bankin harumframt av at lata eina nýggja játtan, ið er 150.000 kr. árliga, og sum er markað til at keypa nýggja føroyska upprunalist fyri. Samanlagda árliga upphæddin til BankNordik-savnið er sostatt 300.000 kr.

Nýggja listin skal framtíðartryggja savnið

Verkini eftir Anker Mortensen eru fyrstu verkini, ið BankNordik-savnið ognar sær, og ætlanin er, at savnið frameftir skal keypa tíðarbæra dygdarlist á hvørjum ári fyri nýggju játtanina. Á henda hátt verður savnið endurnýggjað, so hvørt sum nýggj list verður keypt. BankNordik-savnið fer sostatt at hava eina samanrenning av eldri list og nútíðarlist, og tað fer at gera savnið uppaftur meira áhugavert í framtíðini. Tað er stýrið fyri BankNordik-savnið, ið umsitur stuðulsjáttanina og keypir listaverk til savnið.

Anker Mortensen er føddur í 1961 og er málari og grafikari, og hann telist millum tey mest serstøku og týðandi listafólkini í Føroyum í dag.

Um BankNordik-savnið

BankNordik stovnaði BankNordik-savnið í 2017 og lat samstundis savninum 623 listaverk í gávu umframt pening til árliga raksturin. Umframt at sýna fram og leiga verk út til almennar stovnar og privatar fyritøkur, er endamálið eisini at menna savnið og stuðla menningini av føroyskari list. Í stýrinum fyri BankNordik-savnið sita Helgi A. Fossádal, formaður, Guðrið Poulsen vegna LISA, Árni Winther vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag og Jákup Simonsen vegna Føroya Kommunufelag. Tey, ið eru áhugað í at fáa meira at vita um møguleikarnar fyri at leiga listaverk úr savninum, eru vælkomin at seta seg í samband við stýrisformannin.

 

Meira at vita

Helgi A. Fossádal, formaður í stýrinum fyri BankNordik-savnið, tel. 224 303

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv