Fíggjareftirlitið á regluligari eftirlitsvitjan

Fíggjareftirlitið er javnan á eftirlitsvitjan hjá fíggjarfyritøkum í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Í hesum sambandi ger Fíggjareftirlitið eina frágreiðing, ið lýsir støðuna í einstøku fíggjarfyritøkuni.

Í september var regluligt eftirlit hjá BankNordik, og í tí sambandi kannaði Fíggjareftirlitið útvald útlán hjá vinnukundum í Føroyum og Grønlandi. Kanningin fevndi ikki um útlán til privatkundar í bankanum.

Í síni frágreiðing hevur Fíggjareftirlitið givið BankNordik boð um at skipa ávís viðurskifti øðrvísi, og í tí sambandi eru hesi viðurskifti serliga viðkomandi at draga fram:

  • Fíggjareftirlitið metir ikki tørv vera á at gera eyka niðurskrivingar á útlánum. Hetta var eisini niðurstøðan í sambandi við seinastu regluligu eftirlitsvitjanina hjá BankNordik í 2017.
  • BankNordik skal hækka solvenstørvin við 0,9 prosentstigum, og hesum hevur bankin longu lagt upp fyri í roknskapinum fyri 3. ársfjórðing í ár.
  • Bankin hækkaði eisini kapitalmálið til 19,5% fyri veruliga kjarnukapitalin (CET1) og 23% fyri solvensin, tá ið roknskapurin fyri 3. ársfjórðing varð kunngjørdur.
  • BankNordik tekur allar viðmerkingarnar frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og fer at seta neyðug tiltøk í verk til tess at tryggja, at hesi verða fylgd.

”Vit eru væl nøgd við, at Fíggjareftirlitið ikki metir okkum hava tørv á at gera eyka niðurskrivingar, hóast COVID-19 hevur havt avbjóðingar við sær fyri fleiri av teimum kundum, ið eftirlitið hevur kannað. Hetta vísir, at vit hava eina skynsama útlánssa-manseting á øllum okkara marknaðum, umframt at almennu hjálparpakkarnir í stóran mun hava virkað sum ætlað. Vit hava tí góðar vónir um framtíðina, og vit fara sjálvandi at gera tær broytingar, ið Fíggjareftirlitið metir tøv vera á, og sum vit ikki longu hava tikið stig til at broyta,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

 




Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv