Mand med laptop

Investor Relations-ráðgevi

BankNordik er eitt sterkt fíggjarsamtak í støðugari menning, og nú sóknast vit eftir einum dugnaligum og framsøknum Investor Relations-ráðgeva til Stjórnarskrivstovuna.

Starvið

Sum starvsfólk á Stjórnarskrivstovuni fært tú ein spennandi og fjøltáttaðan gerandisdag. Umframt at loysa ymiskar fyrisitingarligar uppgávur fyri leiðsluna fært tú eisini høvuðsábyrgdina av samskifti bankans við partabrævamarknaðin. 

BankNordik er ein børsskrásett fyritøka, og í tí sambandi verða strong fyrisitingarlig krøv sett til bankan. Hesi krøv skulu tryggja, at partabrævamarknaðurin fær neyðuga kunning um, hvussu fíggjarliga gongdin hjá bankanum er. Sum Investor Relations-ráðgevi verður tað tín ábyrgd at tryggja, at bankin livir upp til hesi krøv, og at kunningin til marknaðin er á einum høgum støði. Harumframt fert tú at samskipa ymiskar uppgávur, framleiða frágreiðingar og gera framløgur fyri leiðsluna. Eisini fært tú ábyrgd av arbeiðinum við samfelagsábyrgd (CSR/ESG).

Høvuðsuppgávunar eru sostatt at:

  • orða høvuðsboðskapir til roknskapir bankans í samstarvi við leiðsluna
  • røkja fyrisitingarligar og praktiskar uppgávur, ið Stjórnarskrivstovan varðar av
  • leggja til rættis og luttaka á íleggjaratiltøkum
  • samskifta við greinarar og partabrævaeigarar
  • gera tíðindaskriv til keypskálan
  • gera regluligar frágreiðingar til leiðslu og nevnd
  • samskipa lánsbrævasølurnar hjá bankanum
  • samskipa arbeiðið við samfelagsábyrgd og gera árligu CSR-frágreiðingina
  • samskipa og framleiða tilfar til ársaðalfundin
  • stuðla undir arbeiðið hjá Stjórnarskrivstovuni og leiðsluni

Førleikakrøv

Tað er umráðandi, at tú hevur góð analytisk evni og leggur dent á eitt høgt góðskustøði, samstundis sum tú megnar at halda freistir. Harumframt skalt tú trívast í einum arbeiðsumhvørvi, ið er merkt av høgum handilsligum málum og ætlanum, og har arbeiðstrýstið av og á er stórt. 

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum:

  • hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir
  • hevur gott innlit í roknskapar- og fíggjarviðurskifti
  • hevur vitan um altjóða kapitalmarknaðin
  • hevur gott hegni at samskifta og orða fakligan tekst á enskum
  • er stinnur í bæði føroyskum og donskum
  • dugir væl at brúka Powerpoint og Excel
  • hevur eitt skipað arbeiðslag og góð evni at samstarva við leiðslu og aðrar deildir í bankanum
  • er fyrikomandi og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Í BankNordik leggja vit stóran dent á starvsfólkatrivnað og menning, og sum starvsfólk í samtakinum hevur tú tískil góðar møguleikar fyri bæði fakligari og persónligari menning.

Tú verður partur av einum fakliga sterkum og eldhugaðum toymi, ið fevnir um Stjórnarskrivstovuna, Risk Management, Compliance og Investor Relations.

Umsókn

Umsóknarfreistin er 7. februar 2020, og tú søkir starvið her

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Mikkelsen, deildarleiðara, á armi@banknordik.fo ella á tlf. 230 435.