Yvirlit yvir sjálvtøkur

BankNordik hevur 16 sjálvtøkur kring landið. Í nógvum sjálvtøkum ber tað bæði til at taka krónur og evrur út umframt at seta pening inn. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir, hvar í Føroyum sjálvtøkurnar eru, og hvat tað kostar at brúka tær.

Vanligar sjálvtøkur

Eiði, Skopun, Toftir, Strendur, Kollafjørður, Hoyvík, Hornabø í Havn, SMS og Vágur.

Sjálvtøkur, har til ber at taka evrur og krónur út

Flogvøllurin í Vágum.

Sjálvtøkur, har til ber at taka krónur og evrur út umframt seta pening inn

Sandavágur, Klaksvík, Saltangará, á Oknarvegi í Havn, á Áarvegnum í Havn og á Tvøroyri.

Kostnaður fyri at brúka sjálvtøkurnar

Her er eitt yvirlit yvir, hvat tað kostar okkara kundum at brúka sjálvtøkurnar í Føroyum:

  • At taka pening út úr einari BankNordik-sjálvtøku: 2 kr. Børn, ung og NordikSolo-kundar rinda tó bert 1,50 kr.
  • At taka pening út úr sjálvtøku, sum BankNordik ikki eigur: 5 kr.
  • At seta pening inn í eina BankNordik-sjálvtøku: ókeypis
  • At taka evrur út: 50 kr. umframt vanliga kostnaðin fyri at taka út á 2 kr.*

*Tó fáa hesir kundabólkar avsláttur av gjaldinum á 50 kr. og rinda í staðin soleiðis: Nordik+ (25 kr.), NordikPremium (12,50 kr.), børn (37,50 kr.), ung (37,50 kr.) og NordikSolo (37,50 kr.).

 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv