Korona: soleiðis tekur tryggingin við

Skalt tú ferðast? Her sært tú, hvussu tú skalt bera teg at, um tú hevur bílagt eina ferð til eitt land, ið er rakt av koronavirusi.

Støðan broytist skjótt, og tí mæla vit tær til at fylgja við á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum, sum verður dagførd so hvørt.

Soleiðis ert tú tryggjað/ur
Um tú hevur eina ferðatrygging við avboðstrygging ella eitt Mastercard við avboðsfulnaði, kanst tú fáa endurgjald fyri eina avlýsta ferð, um økið, ið tú skalt til, er rakt av koronavirusi, og um danska uttanríkismálaráðið frámælir ferðing til økið.

Um tað framvegis ikki verður mælt frá at ferðast til landið ella økið, ið tú skalt til, kanst tú ikki fáa endurgjald, um tú velur at avlýsa ferðina.

Meira at vita
Vit bjóða tryggingar gjøgnum Trygd, og harumframt hava nógvir av okkara kundum eina trygging gjøgnum Mastercard. Tú kanst fáa meira at vita um, hvussu tú ert tryggjað/ur her: