Sort hvidt billede af man, der skriver på laptop

Hjálparpakkar til vinnukundar

Fyritøkur kunnu fáa hjálp úr fleiri ymiskum hjálparpakkum í sambandi við COVID-19. Setið tykkum í samband við tykkara ráðgeva í bankanum fyri at fáa meira at vita um treytir og møguleikar.

Hjálpartiltøk hjá BankNordik ætlað vinnukundum

Í BankNordik vilja vit fegin hjálpa føroyskum fyritøkum væl ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar komandi tíðina. Tí hava vit sett serligu tiltøkini niðanfyri í verk til tess at hjálpa vinnukundum, ið hava mist ella vænta at missa umsetningin fult ella lutvíst orsakað av COVID-19:

  • Møguleiki at fáa avdráttarskáa og harvið útseta lánsgjøld í upp til 6 mánaði
  • Møguleiki at fáa eyka gjaldførishjálp

Allir fyrispurningar viðvíkjandi hjálpartiltøkunum verða viðgjørdir við støði í viðurskiftunum og fíggjarstøðuni hjá einstaka kundanum.

Almennir hjálparpakkar

Legg til merkiks: Almennu tiltøkini verða tillagað so hvørt. Upplýsingarnar niðanfyri eru dagførdar tann 30. juni 2020.


Vækstfonden

  • Ein skipan, ið ger tað møguligt at fáa lán ella kreditt í bankanum við trygd frá Vækstfonden. Fyritøkur kunnu fáa hjálp frá Vækstfonden, um tær hava staðfest ella vænta at staðfesta í minsta lagi 30% í mistum umsetningini í einum tíðarskeið á 14 dagar galdandi frá 1. mars til 30. september 2020 orsakað av COVID-19. Fyritøkur, ið vilja hava meira at vita um møguleikarnar og treytirnar fyri at brúka skipanina hjá Vækstfonden, eru vælkomnar at seta seg í samband við okkum.

    Les meira á heimasíðuni hjá Vækstfonden
    .


Eksportkreditfonden (EKF)
Eksportkreditfonden hevur víðkað sítt tænastuútboð í sambandi við COVID-19, og hesi tiltøk eru sett í verk:

  • Gjaldføriskautión til smáar og miðalstórar fyritøkur. Gjaldføriskautión gevur útflutningsfyritøkum møguleika at taka nýggj lán í bankanum til tess at tryggja nøktandi gjaldføri, afturfyri at Eksportkreditfonden veitir bankanum trygd fyri lánið. Fyritøkur, ið eru áhugaðar í at fáa meira at vita um møguleikar og treytir í hesum sambandi, eru vælkomnar at seta seg í samband við okkum.
  • Víðkað endurtrygging av privatum kreditttryggjarum. Verandi endurtryggingarskipan verður víðkað til eisini at fevna um OECD-lond. Hetta skal gera tað lættari hjá útflutningsfyritøkum at fáa endurtrygging fyri útistandandi skuld hjá kundum í OECD-londum, sum eitt nú fevnir um lond í Evropa. Fyritøkurnar skulu søkja um at fáa gagn av hesum tiltaki gjøgnum eitt kreditttryggingarfelag.

Les meira á heimasíðuni hjá Eksportkreditfonden. 

Aðrir hjálparpakkar til føroyskar fyritøkur

  • Freistin at gjalda MVG fyri ársins fyrsta ársfjórðing er útsett frá 11. mai 2020 til 16. november 2020. Les meira her
  • Lønarískoyti til privatar fyritøkur, ið hava sent starvsfólk til hús orsakað av COVID-19, tó uttan at hava sagt tey úr starvi. Les meira her
  • Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna eina arbeiðsloysistrygging uttan bíðitíðina, ið vanliga er 1 ár. Les meira her
  • Víðkaður møguleiki fyri at fáa lønarútreiðslur endurgoldnar frá 1. fráverudegi hjá starvsfólki. Les meira her
  • Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna eina dagpengatrygging og fáa dagpengaveiting dagin eftir, at tryggingin er teknað og tryggingargjaldið goldið. Les meira her 


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv